Føroyskir vektlyftarar vunnu tvær silvur og eina bronsu við DM

Við DM í Odense síðsta vikuskiftið vunnu Niels Áki Mørk og Pól Hendrikur Andreasen hvør sítt silvur. Leif á Bøgarði vann bronsu og setti føroyskt met í sinclair-stigum. Maibrit Reynheim Petersen var einans tvey kilo frá bronsuni

Tíðindaskriv
20. mai 2022 kl. 09:51

Føroyskir vektlyftarar hildu áfram við góðu gongdini og gjørdu við DM 2022 aftur vart við seg undir leiðslu av venjaranum Frank Petersen. Annað árið á rað stóðu føroyingar á sigursskamlinum, eftir at hava sett fleiri føroysk og persónlig met.

Niels Áki Mørk, sum er fluttur upp í 67 kilo vektflokkin, setti føroyskt senior-met í trekk við 101 kilo og samanlagt 206 kilo. Hann vann silvur í sínum vektflokki. Í stoyt fekk hann góðkent 105 kilo, men kolldømt 110 og 115 kilo. Serliga 115 kilo-lyftið var nær við at verða góðkent, men strongu dómararnir valdu at kolldøma eitt lítið ‘knekk’ í høgra alboga. Í fjør vann hann silvur í 61 kilo flokkinum. Niels Áki setti eisini føroysk junior-met og U23.

Leif á Bøgarði lyfti nú aftur í 81 kilo flokkinum, eftir hann í januar var í 89 kilo flokkinum. Leif vann silvur og setti føroyskt met við 287,42 sinclair-stigum, tvs hægsta føroyska sinclair-stigatal. Tvørtur um allar vektflokkar. Leif trekti 106 kilo, stoytti 130 kilo, samanlagt 236 kilo, sum øll trý eru føroysk met í 81 kilo flokkinum. Leif eigur eisini tey trý metini í 89 kilo flokkinum, har ið tað samanlagt eisini er 206 kilo - ímeðan trekk-lyftið er 1 kilo lægri, 105 kilo, og stoyt-lyftið er 1 kilo hægri, 131 kilo.

Pól Hendrikur Andreasen, sum eigur føroysku metini í 73 kilo vektflokkinum, samanlagt 216 kilo, lyfti seg við DM 2022 til eitt silvurheiðursmerki. Samanlagt lyfti hann 207 kilo, trekk 91 kilo og stoyt 116 kilo. Í fjør lyfti Pól Hendrikur seg til eitt gullheiðursmerki, tó at í ár sníkti ein kappingarneyti, ið ikki var við í fjør, seg framum Pól við fýra kilo.

Maibrit Reynheim Petersen, sum er í støðugari menning, og sum nú lyfti í 71 kilo vektflokkinum, var einans 2 kilo frá at vinna bronsuheiðursmerki. Hon lyfti 6 flott lyft, tvs 3 í ávikavist trekk og stoyt og harvið øll lyftini góðkend. Tey bestu lyftini í hvørjari grein vóru 77 kilo trekk og 99 kilo stoyt og harvið 176 kilo samanlagt. Hetta er alt persónlig met. Maibrit er við 99 kilo stoyt einans eitt kilo frá at tangera føroyska metið hjá Anna Kristinu Norðberg Niclasen.  

Næsta stóra kapping í olympiskari vektlyfting verður á Føroyaleikunum leygardagin 2. juli í Spinnarínum í Klaksvík. Beint eftir hetta fara nakrir føroyskir lyftarar eisini til kapping í Spania. 1. juli er FM í styrkilyfting í Spinnarínum, og 3. juli verður kappast í kúlulyfting á Føroyaleikum.

Føroya Styrkisamband hevur júst latið ment eina føroyska úrslitaskipan, sum sæst á www.styrkisamband.fo. Har síggjast kappingarúrslit og met. Eisini ber til at síggja føroysk úrslit í donskum kappingum í www.vlstat.dk.

Úrslitini síggjast her (trýst á mynd at gera hana størri):