Tað er ikki so langt síðan, at heilir fýra føroyskir tónleikarar stóðu á pallinum á tí viðurkenda showcasefestivalinum, The Great Escape i England í mai og veruliga gjørdu vart við seg. Leiðarin í Faroe Music Export (FMX), Glenn Larsen, var ikki minni fegin, tá ið hann frammanundan helt, at “hetta fer tónleikavinnan í øllum Europa at leggja merki til”, eitt, ið vísti seg at vera væl sagt av tí, at tað føroyska fótafarið gjørdist samrøðuevni millum fleiri luttakarar á stevnuni.
- The Northern archipelago punches above its weight culturally, skrivaði Clash Magazine.
Stutt eftir, neyvari sagt seinast í juni, fór FMX víðari við at kunngera, at heili fimm føroysk listafólk vóru klár til Iceland Airwaves (Reykjavík), og tað er metnógv. Samstundis varð varliga nevnt, at munandi meira var í væntu fyri ungu føroysku tónleikararnar, og tað longu í 2022.
Dania, Joe & The Shitboys og Brimheim
Longu teir fyrstu dagarnar í september stendur Dania O. Tausen sum tað fyrsta føroyska listafólkið á pallinum á Vill Vill Vest í Bergen, ein festivalur, ið ikki er ólíkur SPOT í Danmark. Hetta verður fyrsta uttanlandskonsertin hjá Daniu í Norðurlondum og eitt frálíkt høvi at vísa seg fram og møta tí norðurlendska marknaðinum fyri fyrstu ferð.
Bara tvær vikur seinni byrjar by:Larm-festivalurin í Oslo, sum sambært festivalinum sjálvum, er bæði tann størsti og týdningarmesti showcasefestivalurin í Skandinavia. Her sleppa áhoyrararnir og tónleikavinnan at uppliva bæði Brimheim og Joe & The Shitboys. Sambært bíleggingarstjóranum hjá by:Larm, Sverre Aksel Eilertsen, er hetta fyrstu ferð í søguni hjá festivalinum, at Føroyar eru umboðaðar við tveimum listafólkum sama ár. Eivør var á festivalinum í 2006, og Konni Kass stóð á pallinum í Oslo í 2018. Bæði Brimheim og Joe & The Shitboys fara at hava tvær konsertir í part á festivalinum í september.
Bara eina viku eftir by:Larm er tann stóri og viðurkendi Reeperbahn festivalurin á skránni. Festivalurin í Hamburg sigst vera tann størsti og týdningarmesti showcasefestivalurin á einum av heimsins størstu musikkmarknaðum: Týskland. Eisini her bíða konsertir við Joe & The Shitboys og Brimheim, ið bæði fara at nýta høvið til at gera hetta til eina lopfjøl til víðari satsing á økinum.
Spennandi tíðir
Eisini Marius DC, ið vann Sement 2022, fer út at ferðast. Tann ungi rapparin er úttikin sum tað fyrsta føroyska listafólkið higartil til festivalin New Skool Rules í Rotterdam í oktober, ein showcasefestivalur, ið lýsir við at vera tann størsti showcasefestivalurin fyri hiphop og rap í øllum Europa.
Marius er haraftrat eitt av teimum fimm listafólkunum, sum er til reiðar at fara á Iceland Airwaves saman við Janus Rasmussen, Brimheim, Kóboykex og Guðrið Hansdóttir.
- Hetta eru rættiliga spennandi tíðir hjá føroyskum tónleiki og tónleikavinnu, sigur Glenn Larsen.
Nógvir møguleikar
- Umframt alt tað omanfyri nevnda hava vit gott samskifti við Trondheim Calling fyri februar 2023, sum tíverri varð avlýst í 2022 av teimum táverandi koronureglunum. Meira um hetta fáa vit vónandi kunngjørt longu í september. Vit vænta eisini at fáa pláss til fleiri føroysk listafólk á stórum festivalum sum Eurosonic (ESNS) í januar og Tallinn Music Week og SPOT í mai. Vit hava eisini veruliga gott samband við Reeperbahn Festival og The Great Escape um festivalarnar í 2023. – millum fleiri aðrar. Umboð fyri bæði Reeperbahn Festival og The Great Escape vóru annars millum luttakararnar á G! Festivalinum í ár, her tey upplivdu fleiri konsertir við lokalum listafólkum, føroyska mentan og ein góðan fund við ta føroysku tónleikavinnuna. Nú eru vit sera spent at vita, hvat allir hesir møguleikarnir fara at bera okkum víðari, sigur leiðarin í Faroe Music Export, Glenn Larsen, at enda.