Týskvøldið, 9 apríl, fyriskipaðu Faroe Music Export (FMX) og Uttanríkis- og vinnumálaráðið fyri móttøku og konsert við Eivør í New York. Gestatónleikari var Eli Tausen á Lava.
Hesum boða FMX og Uttanríkis- og vinnumálaráðið frá í tíðindaskrivi.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, tók lut á tiltakinum, og bar fram røðu á móttøkuni. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, tók eisini lut á tiltakinum.
Konsertin var hildin á The Cutting Room á Manhatten. Tiltakið var fyri innbodnum, eitt nú fjølmiðlar og fólk úr tónleikavinnuni í New York. Millum gestirnar vóru m.a. fólk frá Rolling Stone, Variety, Grammy og Spotify.
- Vit sera væl nøgd við tiltakið. Tað er einastandandi at megna at savna týðandi miðlar og fólk frá tónleikavinnuni til eitt føroyskt tónleikatiltak í einum stórbýi sum New York. Hetta gevur FMX og føroyskum tónleiki nógvar møguleikar, sum vit fara at arbeiða víðari við komandi tíðina, sigur Glenn Larsen, leiðari í FMX.
Konsertin var ein intim konsert, og framførslurnar hjá Eli Tausen á Lava og Eivør bergtóku áhoyrarnar.
Eivør hevði Mikael Black við sær á pall. Eli Tausen á Lava er klassiskur klaverleikari, og við sær á pall hevði hann saksofonleikaran, Jake Miles.
- Endamálið við Fog Swept Islands er at sýna fram føroyska mentan og list, og strimbra uppundir mentanarlig samstørv. Tað var nemandi at uppliva framførslurnar hjá Eli og Eivør. Mentan megnar at byggja brýr millum fólk, og við átakinum vilja vit varpa ljós á føroyskt mentanarlív og okkum sum tjóð, segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður.
Við til tiltakið var eisini miðlakvinnan, May Pang
Fog Swept Islands – Faroe Islands Culture Days in New York
Konsertin er partur av stóra føroyska mentanarátakinum Fog Swept Islands, sum byrjar hesa vikuna og heldur fram til í juli. Mentanarátakið fevnir um listaframsýning, tónleik, film, bókmentir, gastronomi, design og annað. Átakið er fyriskipað í samstarvi við Scandinavia House – the Nordic Center in America.
Sí skránna fyri Fog Swept Islands á heimasíðuni hjá Scandinavia House.
Edwina Hay (@arenotphotos) hevur tikið myndirnar