Komandi vikuskifti verður tað danska meistaraheitið í vektlyfting hildið í Herning Sportscenter. Við í kappingini luttaka fýra lyftarar hjá Stoyt. Lyftararnir eru Niels Áki Mørk, Pól Hendrikur Andreasen, Asta Egilstoft Nielsen og Julia Tormansdóttir Jacobsen.
Kappingin byrjar fríggjadagin, har bæði Niels og Pól skulu á pallin. Møguleikin fyri at báðir tveir koma heim aftur við gullinum er sera góður, tí báðir hava áður vunnið danska meistaraheitið.
Leygardagin skal Asta royna seg. Hetta er aðru ferð at Asta luttekur í kappingini um danska meistaraheitið. Í fjør gjørdist Asta nummar 9, og í ár fer hon at royna at betra um sítt úrslit.
Síðsti Stoyt lyftarin á pallinum verður Julia. Hon lyftur sunnudagin. Julia hevði kvalifiserað seg til DM síðsta ár, men lá tað ikki fyri hjá henni at luttaka. Í ár liggur betri fyri hjá Juliu, og hon fer at royna seg eftir einum heiðursmerki. Hetta er síðsta árið hjá Juliu sum junior lyftari, og hon skal eisini luttaka í norðurlendsku meistaraheitinum fyri juniorar, seinni í ár.
Við hesum lyftarunum eru tveir venjarar, Frank Petersen og Pól Hendrikur Andreasen. Frank er dagligur venjari hjá Niels og Pól. Asta og Julia hava Pól sum dagligan venjara.
Niels Áki Mørk
Pól Hendrikur Andreasen
Asta Egilstoft Nielsen
Julia Tormansdóttir Jacobsen