Føroyskir skúlanæmingar vóru nummar tvey í Danmark

Tilsamans vóru 24 íverksetarabólkar við í kappingini

Áki Bertholdsen
20. apríl 2023 kl. 16:00

Íverksetarabólkurin, Wull, av Skálafjørðinum, hevur í dag kappast um danmarksmeistaraheitið í íverkseting.

Eftir ein spennandi og hendingaríkan dag í Kolding, bleiv úrslitið at Wull fekk annað plássið, sigur Íverksetarahúsið í tíðindaskrivi.

Í alt vóru 24 bólkar úr Danmark, Føroyum og Grønlandi, við í kappingini.

Wull hevur ment eina ull-rullu og ein ull-haldara, sum kann brúkast til eplaveltur ella aðrar veltur. 

At brúka ullina til at velta við, hevur við sær eina betri úrtøku og góðsku.

Sum grundgeving fyri annað plassinum, legði danska dómsnevndin millum annað dent á, at Wull hevði megnað at gagnnýtt eina vøru, sum var ment úr teirra nærumhvørvið, og sum ofta verður blakað burtur aftaná nýtslu.

Harumframt hevði Wull gjørt ein góða og fullmenta prototypu, sum skjótt kann verða brúkaranum í hendi.

Næmingarnir handan Wull eru: Durita Feilberg Lamhauge, Jenny Maria Briansdóttir og Miriam Blábjørg Poulsen, sum allar ganga í 10. flokki í Tofta- og Runavíkar kommunuskúla. 

Lærararnir eru Súsanna Brekku og Jónleif Johannesen.

Tvær av teimum, sum hava stovnað Wull við ullhaldaranum. Vinstrumegin er tað Durita Feilberg Lamhauge og høgrumegin, Jenny Maria Briansdóttir. Triði stovnarin, Miriam Blábjørg Poulsen, er ikki við á myndini