Hósdagin hevði Norðurlendska Prestafelagssamstarvi, NPS ársfund í Selånger Pilgrimscenter í Sundsvåll í Svøríki.
Í fjør setti Prestafelag Føroya fram ynski um at gerast sjálvstøðugir limir í NPS, við teimum rættindum og skyldum, sum tað hevur við sær.
Steintóra Gleðisheygg Joensen, forkvinna fyri Prestafelag Føroya, var við á fundinum hesa ferð, og hon fegnast um, at felagið nú hevur fingið fulla undirtøku frá hinum norðanlondunum í samstarvinum, sum eru Danmark, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki.
Endamálið við samstarvinum er at samskifta um fakfelagsarbeiðið í kirkjunum í Norðanlondum. Hóast londini eru ymisk, og setanarviðurskiftini hjá starvsfólkunum eru ymisk, er greitt, at nakrar av avbjóðingunum, sum eru í kirkjununum í teimum ymsu londunum, eru tær somu.
Á fundunum kemur fram, hvussu londini hvør sær møta og loysa hesar avbjóðingar, bæði innanhýsis og við almennar mynduleikar.
Prestafelag Føroya hevur í nógv ár verið eygleiðari í NPS ígjøgnum danska prestafelagið. Men á aðalfundi 27. apríl 2022 samtyktu føroysku prestarnir, at teir ikki longur vildu vera knýttir at danska felagnum og 1. Januar 2024 meldaðu tey seg úr - og síðani hevur onki formligt samband er ímillum føroyska og danska prestafelagi.
Ístaðin eru tey nú javnbjóðis limur í samstarvinum ímillum norðurlendsku tjóðirnar í NPS.
Á myndini eru tey: Aftara rað frá vinstru, Janne Keränen, formaður í finska prestafelagnum, Helene Wetserlind, varaforkvinna, svenska prestafelagnum, Nils Jøran Riedl, umboð fyri Centralstyret í norska prestafelagnum, Iben Johanne Thomsen, varaforkvinna í danska prestafelagnum, Bror Holm, NPS formaður 2023-2024 og Anna Grønvik, aðalskrivari í norska prestafelagnum
Fremra rað frá vinstru eru tey Janette Lagerroos, forkvinna í svenska prestafelagnum í Finnlandi, Lars Qvistgaard, stjóri í danska prestafelagnum, Thorgrimur Danielsson, formaður í íslendska prestafelagnum og Steintóra G. Joensen, forkvinna í Prestafelag Føroya. Vibeke Hammarström Falk, fakfelagsstjóri í svenska prestafelagnum, manglar á myndini