Føroyskir politikarar vilja hava meiri pengar úr Danmark

Teir vilja hava meiri fíggjarligan stuðul úr danska statskassanum til politiskt virksemi

Áki Bertholdsen
22. oktober 2024 kl. 12:43

Teir flokkar í Føroyum, sum stilla upp til Fólkatingi, eisini skulu eisini fáa fíggjarligan stuðul úr danska statskassanum.

Tað hevur ein meiriluti í Løgtinginum samtykt í morgun. Men hetta er ein spurningurin, sum hevur kloyvt  Løgtingið í tvey, tí 17 atkvøður vóru fyri og 14 aktvøður vóru ímóti.

Í Danmark fáa politisku flokkarnir fíggjarligan stuðul úr statskassanum til politiska upplýsing. Av misgáum er lógin um at hetta ongantíð lýst í Føroyum og tí er stuðulin útgoldin av órøttum.

Nú hevur Aksel V. Johannesen, løgmaður, lagt uppskot fyri Løgtingið um at stuðulin skal halda fram - men at Løgtingið skal samtykkja eina lóg um tað, so at lógargrundarlagið verður í ordan.

Niðan fyri sæst, hvat hvør flokkur hevur fingið í stuðuli síðani seinasta fólkatingsval.

Stuðulin 37 krónur fyri hvørja atkvøðu um árið.  Flokkarnir skulu søkja um stuðulin fyri at fáa hann, men Tjóðveldi hevur gjørt vart við, at síðani 2015 hava tey ikki søkt um hendan fíggjarliga stuðulin.

Men treytin fyri at fáa stuðul er, at ein flokkur skal hava fingið í minsta lagi 1.000 atkvøður á seinasta fólkatingsvali.

Hetta rakar teir smærru flokkarnar í Føroyum. Hvørt val liggja smáu flokkarnir annaðhvørt beint omanfyri ella beint niðanfyri sperrumarkið. 

Størru flokkarnir fáa altíð eina munandi upphædd burturúr fólkatingsvalinum, meðan teir smærru fáa einki fáa, ella í besta føri eina ógvuliga lítla upphædd.

Tí hevur Landsstýrið samskift við danskar myndugleikar um at lækka hámarkið til 500 atkvøður og tað hevur danska stjórnin nú góðtikið.

Sostatt er markið nú lækkað niður í 500 atkvøður og sostatt fer stuðulin at hækka eftir næsta fólkatingsval. Tey, sum atkvøddu fyri hesum í morgun, eru Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Miðflokkurin.

Ímóti atkvøddu Fólkaflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn. Tað vóru 31 tinglimir á fundi. Sólvit E. Nolsø úr Framsókn var ikki á fundi og Uni Holm Johannesen, sum annars var á tingfundi, var ikki við í sjálvari atkvøðugreiðsluni.

Teir sum taka undir við málinum siga, at so leingi at flokkar í Føroyum stilla upp til fólkatingsval, hava teir eisini rætt til at fáa burtur av stuðlinum til tey, sum stilla upp til Fólkatingið. Tí halda teir, at tað er bæði rætt og rímiligt, at stuðulin heldur fram.

Tey, sum eru ímóti, halda at tað er skeivt, at danski skattgjaldarin skal rinda fyri politiska upplýsing í Føroyum.

Tey siga, at fólkatingsval verða alsamt meira óviðkomandi fyri føroyingar. Tað eru ikki fólkatingsumboðini, sum avgera viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, tí nú verða øll politisk viðurskiftir avgreidd her heima.

Tí heldur meirilutin, at politiska upplýsingin eigur at røkjast og rindast í Føroyum og ikki í Danmark.

– Hetta er eitt kærkomið høvi at vísa, at vit taka okkum sjálvi í somikið stórum álvara, at vit sýta fyri útlendskum veitingum til føroysk viðurskiftir, siga tey.