– Føroyskir politikarar eru blivnir so dovnir, at tað er við at leiða føroyska samfelagið í óføri.
Hetta sermerkta sjónarmiðið, førdi Erhard Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, fram á fólkafundinum í Løkshøll í gjár.
Har skipaði FM1 fyri politiskum orðaskifti ímillum fyrrverandi topp - politikararnar, Tórbjørn Jacobsen og Jóannes Eidesgaard, sum vóru á ovastu rók í føroyskum politikki í áravís.
Har varð tosað um haldførið í føroyska búskapinum og hví tað gongur so strilti hjá politikarum at semjast tey tiltøk, sum eru neyðug at seta í verk fyri at fáa búskapin aftur á beint.
Ein av áhoyrarunum var Erhard Joensen og hann staðfesti tað, sum øll vita, nevniliga, at serliga hesi seinastu 10 - 12 árini hava havt heilt óvanliga góðar tíðir í Føroyum.
Men samstundis eru almennur útreiðslurnar eisini spolaðar upp eftir, at kalla púra ótálmað, sogur hann.
Og hann heldur, at øll hendan vælferðin hevur gjørt politikarar hamrandi dovnar.
– Vit eru blivin so hamrandi dovin, at vit hava ikki hava tikið okkum av teimum skipanum, vit eru sett at taka okkum av, helt hann fyri.
Hann visir á, at vit hava eitt ótal av skipanum almenum skipanum, men tær verða aldrin eftirmettar.
– Mín meting er, at vit politikarar eru blivin so hamrandi dovin, at vit oyðileggja okkara almenna búskap - og tað fer at gera upptakið nógv verri, segði Erhard Joensen.
– Vøksturin í búskapinum blokerar fyri allari rationellari hugsan - og so noyðast vit við tí stóra knívinum til síðst, segði løgtingsmaðurin fyri Sambandsflokkin.
Danskt statskvett í Føroyum
Tórbjørn Jacobsen og Jóannes Eidesgaard hava lyndi til at geva honum rætt.
Tórbjørn Jacobsen sigur, at støðan hevur ført til ein dovinskap og spurningurin er um vit aftur fara at koma í somu støðu sum í stóru kreppuni í nítiárunum, har vit vórðu sett undir umsiting.
Tá var veruliga støðan tann, at danska stjórnin gjørdi statsvett í Føroyum ígjøgnum bankarnar, segði hann.
Hann sigur, at nú frættist at tað eru aðalstjórarnir í teimum ymsu ráðunum, sum sjálvur skulu kanna eftir, hvar tað ber til at spara á teirra økjum.
Men Tórbjørn Jacobsen sigur, at tað vera ikki fólkini, sum fara at fáa skil á, tí eingin fer at skerja seg sjálvan.
Tí heldur hann, at skulu vit yvirhøvur varðveita okkara vælferðarsamfelag, mugu vit fáa ein útlendskan serfrøðing hendanvegin at gjøgnumganga allan okkara samfelagsliga bygnað, og at koma við tilmælum um, hvat skal gerast.
Tórbjørn Jacobsen skeyt eisini eftir sambandsmanninum, Erhardi Joensen, tá ið hann helt fyri, at av tí, at vit fáa einar 700 milliónir í ríkisveiting úr Danmark við øllum, førir eisini til eitt politiskt leti í Føroyum fyri 700 milliónir.
– Lættari vit koma til pengar, dovnari verða vit, heldur hann.
Tórbjørn Jacobsen vísir á, at privatar fyritøkur arbeiða støðugt fyri at gera raksturin so effektivan sum gjørligt.
– Men tað ger tað almenna ongantíð tí tað veksur alsamt - mest sum av sær sjálvum, og tað er eingin, sum táttar í. Inntøkurnar eru vaksnar so nógv, at politikarar hava ikki havt fyri neyguni at tálma rakstrinum, segði hann.
– Men fáa vit ikki skil á, koma vit aftur í ta støðu, at ein kreppa skal til sum tvingar politiska myndugleikan til at fáa skil upp á seg sjálvan - eina ferð afturat, akkurát sum í nítiárunum, heldur Tórbjørn Jacobsen.
Ringt at fáa eyga á
Jóannes Eidesgaard staðfestir, at í góðum tíðum sum hesum hevur tað størri týdning enn nakrantíð at vit hava sterkar og búnar politikarar.
– Og tað kann vera ringt at fáa eiga á, legði hann afturat.
Hann staðfestir, at tað eru nógvir kassar í samfelagnum, sum flóta yvir. Men tað eru tveir kassar, sum eru næstan tómir og tað tað er kassin hjá vanligum fólki, serliga hjá ungum barnafamiljum - og so landskassin.
– Tað er tekin um, at vit hava bygnaðarligar trupulleikar og tí nyttar tað ikki við lappaloysnum at skerja eitt sindur her og har.
Hann er ikki samdur í, at hetta er bara ein spurningur um at tálma útreiðslunum. Hann heldur, at hetta er eisini ein spurningur um inntøkurnar og tí eiga politikarar at hava dirvi til at reisa spurningin um landskassin fær tær inntøkur hann eigur at fáa - men so skulu vit eisini klára at tálma útreiðslunum so at vit ikki brúka pengar óneyðugar.
Og hann heldur, at tað er eitt sindur óhugnaligur tanki, at tað skal ein kreppa til, áðrenn vit taka tey neyðugu stigini.
Vit hava eitt orðatak sum sigur, at neyð lærir nakna kvinnu at spinna, og Jóannes Eidesgaard heldur, at tað kemur kanska ikki burtur úr ongum.
– Tað verður kanska ikki fyrrenn at kreppan er ein veruleiki, at vit taka tey neyðugu stigini, akkurát sum í kreppuni í nítiárunum.
Men hann heldur, at skal landsstýrið taka tey neyðugu stigini, mugu tey fyrst byrja við sær sjálvum fyri at kunna rættvísgera at fara eftir øðrum.
Tí má landsstýrið fyrst av øllum gjøgnumganga allar tær almennu skipanirnar og rationalisera tær, bæði heilsuverk, almannaverk, skúlaverk og almennu fyrisitingina. Tá ið tað er gjørt, kann landsstýrið fara tað til vinnuna og siga, at tey skulu gjalda meiri.
Og tað heldur hann, at partar av vinnulívinum tolir. Hann vísir á, at vit hava vinnufyritøku, sum eiga so nógvar pengar, at tær eru komnar í neyð - og tí eru farnar at brúka pengar á økjum, sum er langt uttan fyri teirra kjarnuvirksemi.
Sostatt eru tað vinnur, sum hava við sjógvin at gera, sum nú eisini stýra einum stórum parti av vinnulívinum á landi, sigur hann.
Ríkisveitingin hevur ikki skyldina
Men Jóannes Eidesgaard tekur ikki undir við, at tað er ríkisveitingin úr Danmark, sum hevur skyldina. Hann vísir á, at danski búskapurin er heilt óvanliga sterkur, men tað hevur ikki elvt til politiskt leti í Danmark, tí har taka politikarar tey neyðugu stigini.
Hann vísir eisini á, í 2008 mundi Ísland farið á húsagang, og tey fingu so onga ríkisveiting.
– Veruleikin er, at tað er lættari at stýra í ringum tíðum, tí tá skilja fólk boðskapin um at tað er neyðugt at spara - men tað gera tey ikki í góðum tíðum.
– Hóast vit ikki hava fullveldi, krevur tað at vit hava búnar politikarar, sum tora at taka røttu avgerðirnar, segði Jóannes Eidesgaard.
Erhard Joensen er heldur ikki samdur í, at ríkisveiting hevur skyldina. Hann vísir á, at bæði Grikkalandi, Portugal, Italia, sum øll eru sjálvstøðug lond, hava verið í djúpari kreppu í fleiri ár - við ongari ríkisveiting.
– Duga vit ikki at stýra við ríkisveiting, duga vit heldur ikki at stýra við ongari ríkisveiting, segði Erhard Joensen.