– At Russland leyp á Ukraina tann 24. februar 2022 hevur havt avleiðingar fyri allan heimin. Príshækkingarnar eru tær størstu í 40 ár, orku- og matvøruprísirnir eru hækkaðir munandi, milliardir av skattakrónum eru latnar ukrainska fólkinum og herinum, samstørv eru kvett og havnir eru stongdar, staðfestir Javnaðarflokkurin í tíðindaskrivi.
– Men hvussu ávirkar kríggið tey, sum standa allar fremst?
– Hvussu er lívið í eini skotgrøv?
– Hvussu er tað liva millum konstantar bumbubrestir og berjast móti russiska herinum?
– Hví hevur tað ikki eydnast Ukraina at taka størri landøki aftur frá Russland? Fer tað yvirhøvur at eydnast? – Hvønn leiklut hevur umheimurin? Hvørjar eru vónirnar til, at kríggið endar – og hvørjar verða treytirnar?
Hesir spurningarnir verða settir á breddan á tiltakinum, sum hevur heitið, Viðkemur tað okkum?
Á skránni verður prát við tríggjar persónar, ið merkja kríggið á egnan kropp. Tveir teirra heilt bókstavliga.
Heini í Skorini fer at práta við ukrainska sendiharran í Danmark, Vydoinyk Mykhailo, og Sjúrður Skaale fer at práta við systkinabørnini Bjarta Grunnveit Olsen og Bjørn Kallsoy, ið báðir eru føroyskir hermenn í Ukraina. Hetta verður ein videosamrøða, har teirra egnu myndir frá frontinum eisini verða vístar.
Umframt hetta spælir Uni Debes við bólki nøkur løg.