Føroyski vinnutíttleikin framvegis serstakliga stórur

Ein stórur partur av fólkinum í Føroyum hevur tilknýti til føroyska arbeiðsmarknaðin

Jóannes Hansen
24. januar 2024 kl. 11:50

Ein stórur partur av fólkinum í Føroyum hevur tilknýti til føroyska arbeiðsmarknaðin. Vinnutíttleikin millum tey 15 til 74 ára gomlu er 84 prosent, og tað er framvegis hægst í Evropa. Serliga er vinnutíttleikin stórur millum føroysku kvinnurnar. Vinnutíttleikin hjá kvinnunum er hægri í øllum aldursbólkum samanborið við onnur lond.

Í arbeiðsfjøldini eru tey, sum kunnu veita arbeiðsmegi. Arbeiðsfjøldin fevnir um løntakararar, sjálvstøðug vinnurekandi og arbeiðsleys. Vinnutíttleikin (á enskum 'activity rate') telur hvussu stórur partur av fólkinum er í arbeiðsfjøldini.

Í november var vinnutíttleikin 84 prosent í aldrunum frá 15 til 74 ár. Vinnutíttleikin hevur seinastu árini ligið støðugt millum 83 og 85 prosent. Tað er sostatt ein stórur partur av fólkinum, sum hevur tilknýti til føroyska arbeiðsmarknaðin. 

Vinnutíttleikin í Føroyum framvegis hægstur Í Evropa

Eurostat, sum er hagtalsstovnurin í Evropasamveldinum, hevur enn ikki gjørt arbeiðsfjøldina upp fyri fjórða ársfjórðing í fjør fyri lond í Evropa. Nýggjastu tøl um føroyska arbeiðsfjøldina eru tí samanborin við fjórða ársfjórðing í 2022 hjá Eurostat. Aldrarnir frá 15 til 74 ár eru altjóða sambærliga aldursspennið, sum verður brúkt.

Samanberingin vísir, at vinnutíttleikin í Føroyum framvegis er hægstur í Evropa. Næsthægstur er vinnutíttleikin í Íslandi, sum er 80 prosent. Í Føroyum og Íslandi er vinnutíttleikin munandi hægri enn í hinum Norðurlondunum, og soleiðis hevur støðan verið í nógv ár. Í Svøríki var vinnutíttleikin 74 prosent, meðan hann var 72 prosent í Noregi og Danmark.

Vinnutíttleikin í Føroyum er hægstur í Evropa, bæði hjá monnum og kvinnum. 

Vinnutíttleikin hjá monnum í Føroyum er 86 prosent. Í Íslandi er vinnutíttleikin 82 prosent, 75 prosent í Danmark og 70 prosent í ES. 

Hjá føroysku kvinnunum er hann 82 prosent, meðan hann í Íslandi er 77 prosent, 68 prosent í Danmark og 60 prosent í ES. 

Sermerkt fyri vinnutíttleikan í Føroyum samanborið við onnur lond er, at onga aðrastaðni er munurin millum kynini so lítil.

Sambærligu talvuna hjá Eurostat við fleiri londum finnur tú her.

Serliga millum ung og eldri er vinnutíttleikin stórur

Vinnutíttleikin er hægri í nærum øllum aldursbólkum í Føroyum samanborið við Ísland, Danmark og ES.

Serliga millum ung og eldri er vinnutíttleikin høgur í Føroyum samanborið við onnur lond, og tað er galdandi bæði fyri kvinnur og menn. Millum tey 15 til 20 ára gomlu er vinnutíttleikin um 75 prosent í Føroyum. Í Íslandi er hann 65 prosent, í Danmark sløk 55 prosent og 20 prosent í ES. 

Eisini í eldru aldursbólkunum hava Føroyar ein munandi hægri vinnutíttleika. Millum tey 65 til 69 ára gomlu er vinnutíttleikin stívliga 65 prosent. Hjá 70 til 74 ára gomlum er hann á sløk 35 prosent, sum er væl oman fyri vinnutíttleikan í øðrum londum.

Hjá kvinnum er munurin millum Føroyar og onnur lond sjónligur í øllum aldursbólkum. Vinnutíttleikin hjá føroyskum kvinnum er oman fyri vinnutíttleikan í øðrum londum, heilt frá yngstu árum og upp í sjeyti-árini.

Munurin millum Føroyar og hini londini hjá teim yngstu og teim elstu monnunum sæst ikki eins væl í hinum aldursbólkunum. Í aldursbólkunum frá 25 árum og fram til 50 ár er vinnutíttleikin á leið tann sami sum í øðrum londum. 

Um arbeiðsfjøldarteljingina

Í arbeiðsfjøldini eru øll vinnuliga virkin, so sum løntakarar, sjálvstøðugt vinnurekandi og arbeiðsgevarar, arbeiðsleys, ið eru tøk at átaka sær arbeiði, og fólk, sum ólønt hjálpa til í familjufyritøku. Uttan fyri vinnu eru m.a. ungfólk, ið eru undir útbúgving burturav og ikki hava nakað lønandi arbeiði, fólk sum av sjúku, skerdum førleika ella øðrum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum, ella fólk, ið eru farin av arbeiðsmarknaðinum, m.a. av aldri ella øðrum orsøkum.

Arbeiðsfjøldarhagtølini eru gjørd í samsvari við ásetingum frá altjóða arbeiðsstovninum ILO undir ST. Hetta tryggjar, at føroysku hagtølini kunnu samanberast beinleiðis við samsvarandi hagtøl úr øðrum londum.

Arbeiðsfjøldin er gjørd upp við fullari teljing burtur úr almennum skráum, so sum landsfólkaskránni, samtíðarskattaskipanini, skattaendaskránni, mvg-skránni, arbeiðsloysisskipanini, og veitingar- og studningsskráum í almanna- og undirvísingarverkinum.

Haraftrat er ein spurnarkanning á umleið 1.000 stakroyndir gjørd millum teirra, ið ikki vóru at finna í almennu skráunum. Teljingin og spurnarkanningin fevnir um fastbúgvandi føroyingar í aldrinum 15-74 ár. Øll, ið høvdu meira enn 1 tíma vinnuligt arbeiði í kanningartíðarskeiðinum eina viku í november, verða flokkað sum arbeiðsvirkin, eisini um arbeiðið var ólønt. Tey sum einki arbeiði hava, verða bert flokkað sum arbeiðsleys, um tey eru virkin at leita sær arbeiði og eru til reiðar at byrja at arbeiða innan fyri 2 vikur. Tey, sum hvørki hava arbeiði ella eru arbeiðsleys, verða flokkað sum vinnuliga óvirkin.

hagstova.fo