Føroyski skúlin TAEPO í Bolivia hevur brúk fyri hjálp

Korona hevur rakt skúlan TAEPO í Bolivia hart. Fleiri eru deyð, og uttan hjálp frá føroyingum er vandi fyri at skúlin steingir. Føroyskir miðnámsskúlanæmingar á Glasi fara tí undir at savna pengar inn til skúlan tann 24. mars

Katrin Joensen-Næs
19. mars 2021 kl. 07:45

Áðrenn tekniski miðnámsskúlin TAEPO varð stovnaður, so var bert ein fátæksligur fólkaskúli í bygdini Cochis í Bolivia. Randi Meitil er lærari í føroyskum og sponskum á Glasi og vitjaði fólkaskúlan í Cochis í 1989.

- Eg minnist serliga, at børnini høvdu blikk, sum matur hevði verið í. Hesi nýttu tey til pennahúsar. Tað var hvast, sum eg veit ikki hvat. Tað hevði aldrin gingið í Føroyum, at amboðini í skúlanum vóru farlig, greiðir Randi frá.

Fólkaskúlin gav í sær sjálvum ikki nakrar møguleikar á arbeiðismarknaðinum. Børnini royndu at fara inn til býirnar. Tey leitaðu eftir arbeiði og eftir einari betri fram, men høvdu einki at bjóða seg fram við.

- Um tað stóð væl til, so gjørdust tey skógvapusssarar, men fleiri endaðu sum gøtubørn, greiðir Randi frá.

Fyrsta innsavningin

Í 1990 skipaði LFÚ, Landsfelag Føroyinga undir Útbúgving, fyri einari innsavning. Allir skúlarnir í Føroyum luttóku. Tvey ár eftir í 1992 var skúlin TAEPO liðugt bygdur. TAEPO stendur á sponskum fyri Taller Educativo Popular, og á føroyskum merkir hetta Verkstaðsskúli fyri Fólkið.

Næmingar ferðaðust langa leið fyri at sleppa á skúlan, og summir gingu hundraðtals kilometrar fyri at koma fram til bygdina. Børnini, ið komu aðrastaðni frá, gingu í skúla um dagin og svóvu á gøtuna um náttina.

- Ynskið um at fáa eina útbúgving og eina framtíð, sum ikki var niðri í náminum, var stórt. Í náminum er lívið hart, og miðalaldurin liggur um 35 ár. Nógv fáa betonglungur og doyggja ov týðiliga, sigur Randi.

Tá Randi vitjaði í 1992, so hevði omma hennara latið eitt sindur av peningi, sum Randi keypti ullint teppir fyri. Hon gav hesi teppini til næmingarnar, sum svóvu úti.

Stutt aftaná at skúlin var liðugur, so varð ein kostdeild bygd fyri somu pengarnar, sum komu inn í 92. Síðani kundi næmingarnar, ið komu aðra staðni frá, sova har.  

Aftaná innsavningina í 1990 skipaði Føroyar ikki fyri fleiri. Men tá Marianna Hoydal, lærari í Hoydølum, var í Cochis við familjuni í 2009, sá hon, at skúlin trongdi til ábøtur. Næmingar í Hoydølum tóku tað síðani á seg at skipa fyri nýggjari innsavning, og ein innsavning hevur verið á hvørjum árið síðani.  

Broyting:

Randi hevur verið í Cochis tríggjar ferðir. Áðrenn skúlin varð bygdur, árið skúlin opnaði og aftur í 2017, tá hon vitjaði skúlan saman við fimtan næmingum og trimum lærarum.

- Har var hent nógv. Nú í seinastuni hava vit sæð fleiri, sum eru farin at lesa víðari. Síðsta ár var fyrstu ferð, at tvey vóru farin at lesa til lækna.

Skúlin er ein tekniskur studentaskúli, sum er beinleiðis rættaður móti arbeiðismarknaðinum. Næmingarnir eru tískil ikki noyddir at lesa víðari, men kunnu fara út á arbeiðismarknaðin, tá teir hava lokið útbúgvingina.

- Maria Louisa (red: grannskoðari á skúlanum) greiddi frá, at hon skuldi til Santa Cruise í arbeiðisørindum. Bilurin steðgaði upp á vegnum, og hon finnur eitt verkstað. Ein fittligur ungur maður tekur ímóti henni og ornar bilin. Tey práta, og hon spyr, hvar hann kemur frá. Tað vísir seg, at hann kemur frá Cochis, hevur gingið á TAEPO og hevur síðani stovnað egið bilverkstað. Hann segði, at skúlin var orsøkin til, at hann var komin so langt, greiðir Randi frá.

Fleiri næmingar afturat hava fingið eitt virðiligt arbeiði, klára seg og eru nakað fyri bygdina og familjuna.

Næmingarnir taka ikki útbúgvingina fyri givið, men eru ídnir og arbeiða hart. Hetta vísti seg, tá skúlin bað um bóltar, so næmingarnir kundu sparka á nýggja vøllinum í Cochis.  

- Eg ringdi til FSF, og tey vildu gjarna stuðla. Næmingarnir vóru øgiliga glaðir og vandu nógv. Teir meldaðu seg til Boliviameistaraskapið og vunnu. Skúlin fekk so nógva miðlaumtalu, at tá skúlin aftur tók ímóti næmingar, so vóru umbønirnar nógv fleiri enn árini fyri, greiðir Randi frá.

Lykilin

Bygdafólkini í Cochis høvdu umbiðið skúlan, tí tey vildu gera okkurt, so tey ungu í bygdini ikki komu í neyð.

- Hetta hevur verið ein sólskinssøga frá byrjanini. Lykilin til at skilja, hví hetta er eydnast so væl, er, at tey sjálvi settu orð á, hvat tey høvdu tørv á fyri at fáa framgongd. Vit hava ikki álagt teimum nakað. Nógv menningarhjálp snýr seg um, at fólk í ríka partinum av heiminum siga seg vita, hvat tørvur er á. Til dømis var danski statsministarin einaferð í Bolivia, og vildi byggja íbúgvunum eitt mjólkavirki. Nógvir pengar vórðu koyrdir í verkætlanina, men verkætlanin miseydnaðist, tí tað kom fram, at bolivianarar ikki eru vanir viđ at drekka mjólk.

Íbúgvarnir í Cochis eru takksom fyri skúlan, og standa saman um hann. Mammurnar í bygdini gera mat til skúlan og bygdaráðið stuðlar og hevur verið við til at bygt út. Føroyska innsavningin hevur eisini verið við til, at man kundi útbyggja.

- Vit hava gjørt ein vatnbrunn og givið teimum vesir og brúsur, sum tey ikki kendu til áðrenn, sigur Randi.

Hvørt ár sendir skúlin ein langan lista við tingum, sum tey ynskja sær.

- Vit lata tey bestemma, tí tey vita best, hvat er týdningarmest, sigur Randi.

Korona var eitt afturstig

Korona hevur verið eitt stórt afturstig, tí íbúgvarnir í Cochis hava havt útgonguforboð. Tey sleppa út einaferð um vikuna, so tey kunnu keypa inn. Tað verður lisið upp í útvarpinum, at øll tey sum hava eitt samleikaprógv, ið endar við 1, sleppa út í dag. Øll tey við samleikaprógvi, sum endar við 2, sleppa út dagin eftir og so framvegis.

- Tey sleppa ikki til arbeiðis, so tey hava onga inntøku, greiðir Randi frá.

Korona hevur eisini rakt skúlan hart. Fleiri eru deyð, og uttan hjálp frá føroyingum er vandi fyri at skúlin steingir. Føroyskir miðnámsskúlanæmingar á Glasi fara tí undir at savna pengar inn til skúlan tann 24. mars.

Vanliga fara pengarnir til menningarhjálp, og verða brúktir til at bøta um skúlan, men orsaka av korona fer ein stórur partur av pengunum til neyðhjálp á skúlanum. Í bygdini eru tólv deyð av koronu, har millum vóru tveir næmingar, tríggjar mammur og ein lærari.

Í ár er tað ikki gjørligt hjá miðnámsskúlanæmingunum at fara út at arbeiða, sum teir annars hava gjørt á Boliviadegnum, men fara heldur at ringja runt til yvir 300 fyritøkur á degnum, og fólk, sum ynskja at stuðla, kunnu eisini senda pengar á konto 6460 3763244.