KÍ hevur enn einaferð megnað at trumfa seg sjálvt og at taka allan fótbóltsheimin á bóli. Klaksvíkingar hava ferð eftir ferð í summar og í heyst megnað tað, sum eingin hevði roknað við. Eisini í kvøld vóru serfrøðingarnir samdir um, at franska stórfelagið Lille fór at vinna øll stigini á Tórsvølli.
Nú hevur dómarin bríkslað fyri síðstu ferð á Tórsvølli, og rómurin er øgiligur millum teir knappliga 2200 áskoðararnar í góðveðrinum í Gundadali.
Hóast franska liðið var meiri á bóltinum, og tað mesta gekk fyri seg á KÍ hálvuni, so var tað ongantíð neyðugt hjá KÍ málverjanum av álvara at vísa, hvussu knáur hann er.
Styrkin var tann, sum hon hevur verið í øllum dystunum higartil í summar og heyst. Tað var ein fyri allar og allir fyri ein. Verjan var væl skipað, miðvøllurin arbeiddi framúr, og onkra løtu spøkti møguleikin fyri KÍ álopum.
Fyrra partin av 1. hálvleiki sást tað ikki, at talan var um eitt av størstu feløgunum í Fraklandi ímóti KÍ. KÍ liðið hevði gott tak á bóltinum, mistøkini í uppspælinum vóru fá og smá, og tað luktaði fleiri ferðir av málmøguleika. Eitt nú tá ið Árni Frederiksberg frammarlaga á vøllinum kastaði innkast.
Fram ímóti steðginum yvirtóku gestirnir alt meiri av spælinum. Vandin lúrdi, at orkan fór at ganga undan í 2. hálvleiki, men soleiðis varð tað ikki. Amatørarnir úr Klaksvík hildu høvdið høgt, og tað ber boð um, at orkan var eins stór, sum hon var hjá teimum professionellu úr Fraklandi.
Lille vísti einki serligt hugflog. Tað eydnaðist ongantíð at bróta verjugarðin niður. Fransktmenninir dugdu ikki at finna loysnir í millumrúmum, og tá ið teir royndu seg við innleggum og longum framlegginum, so vóru tað Odmar Færø, Vegard Forren, Deni Pavlovic og hinir á bláa liðnum, sum vóru hægstir og stinnastir.
KÍ hevur í kvøld vunnið fyrstu stóru milliónina í europeiska bólkaspælinum. Men tað er ikki hon – stóra milliónin – sum er fremst í huganum. Føroyskir fótbóltsfjepparar, føroyingar sum heild og so mong onnur kring allan heimin fegnast um og undrast yvir hetta bragdið, sum nýkosna føroyska meistaraliðið í kvøld framdi.
Fantastiskt!