Føroyskar sagnir úr fronskum sjónarhorni

Fronsk listakvinna gevur út bók um føroyskar sagnir

Mynd: Ophélia Giralt
Fríðmundur Nattestad
4. mars 2024 kl. 15:00

Franska listakvinnan, Ophélia Giralt, leggur nú seinastu hond á bók um føroyskar sagnir. Bókin kemur út á føroyskum og fronskum í vár í ár.

Tað serliga við bókini er, at franska myndakonan hevur gjørt hana saman við børnum í Tofta skúla. Føroysku børnini eru myndamodell í bókini, og tey hava eisini sniðgivið og seymað klæðini saman við Ophéliu og Onnu Mariu Olsen, flokslærara í Tofta skúla.

Ophélia er fødd í Laon í Norðurfraklandi í 1995 og býr nú í Hoyvík. Hon leggur eisini nógvar myndir út á sínum Instagram vanga.

Samlaði kostnaðurin fyri verkætlanin er 66.000 krónur, og til ber hjá føroyingum at stuðla við hópfígging her.

Ein stuttfilmur um útgávuna er framleiddur, og kann síggjast niðanfyri: