Fosturtøka skal ikki vera ein fíggjarligur spurningur fyri kvinnur. Tað heldur Anna Falkenberg, fólkatingslimur.
herfyri var drúgt orðaskift í Fólkatinginum í sambandi við, at fólkatingsárið endar og fólkatingslimir fara í summarfrí.
Undir orðaskiftinum varð spurningurin um fosturtøkulógina í Føroyum, eisini tikið upp. Í hesum sambandi hava fólkatingslimir lagt sær í geyma, at Løgtingið hevur felt eitt uppskot um fría fosturtøku.
Áður hava vit skrivað, at Anna Falkenberg gjørdi greitt í Fólkatinginum, at tað var eitt stórt vónbrot.
Rosa Lund úr Eindarlistanum hevur eisini lagt sær í geyma, at kjakið í Føroyum um fosturtøku er nógv broytt, og tað fegnast hon um.
Men tað broytir ikki tann veruleika, at kvinnur í Føroyum hava ikki fría fosturtøku, legði hon afturat.
Tí spurdi hon Onnu Falkenberg, hvat Fólkatingið kann gera fyri at hjálpa føroyskum kvinnum at fáa frí fosturtøku.
Hon vísir á, at Eindarlistin hevur áður skotið upp, at føroyskar kvinnur skulu kunna fara til Danmarkar at fáa fosturtøku, og tað skal danski staturin rinda fyri.
Anna Falkenberg staðfestir, at hóast fólkatingslimir kunnu hava sína áskoðan, hevur tað týdning at minnast til, at tað er í Føroyum, at avgerðin skal takast.
Men hon heldur, at støðan er nógv broytt, tí fyri bara nøkrum fáum árum síðani, hevði hvørki hon sum føroyskur fólkatingslimur, ella aðrir limir í Fólkatinginum, yvirhøvur torað at sagt sína hugsan um málið.
– Tað er gott fyri kjakið um fosturtøku í Føroyum, at vit kunnu kunnu tosa um tað á Fólkatingi, samstundis sum vit viðurkenna, at tað er í Føroyum, at avgerðin skal takast.
Tað vísir seg nevniliga, at ofta er tað kjakið uttanífrá, sum heldur gongd í kjakinum.
Føroyski fólkatingslimurin vísit eisini á, at veruleikin er longu tann, at tð eru rættiliga nógvar kvinnur í Føroyum, sum ferðast til Danmarkar at fáa fosturtøku.
– Tey síggjast bara ikki í føroysku hagtølunum, tí tey eru í donsku hagtølunum, so vit vita ikki, hvussu nógvar tær eru, legði Anna Falkenberg afturat.
Men sum danskur ríkisborgari, búsett í Føroyum, heldur hon, at allar kvinnur eiga at fáa rætt til fosturtøku.
Tí heldur Anna Falkenberg, at danskir myndugleikar skuldu skipa so fyri, at allar kvinnur skulu kunna koma til Danmarkar at fingið fosturtøku, uttan at tað skal vera ein fíggjarligur spurningur um tær hava ráð til tað, ella ikki.