Føroyskar fyritøkur eru millum tær mest nýskapandi í Norðurlondum og Evropa. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.
Hetta er fyrstu ferð, at hagtøl av hesum slag verða gjørd og tey eru gjørd í samráð við Granskingarráðið. Hagtølini eru gjørd eftir altjóða leisti og í framtíðini fara tey at verða gjørd annaðhvørt ár, soleiðis at til ber at fylgja gongdini.
Fyritøkur, sum nýskapa, eru fyritøkur sum hava eina nýggja vøru, ella tænastu, at bjóða. Talan kann eisini verða um fyritøkur sum hava ment, ella eru í ferð við at menna eina nýggja vøru ella tænastu - ella eina nýggja arbeiðsgongd. Nýskapan fevnir eisini fyritøkur, sum hava granskað ella, sum hava keypt granskingarúrslit.
Í tíðarskeiðinum frá 2020 til 2022 nýskaptu 58 prosent av føroyskum fyritøkum við tíggju, ella fleiri, starvsfólkum.
Hetta er næsthægst í Norðurlondunum. Í Finnland nýskaptu 61,5 prosent av fyritøkum, í Svøríki 57,6 prosent, meðan tað í Noreg bert var helmingurin, í Íslandi 48 prosent og í Danmark, 46,0 prosent.
Eisini samanborið við Evropa eru føroysku fyritøkurnar eisini væl við í árunum 2020 til 2022. Parturin av fyritøkum, sum nýskapa í londunum í Evropa er rættiliga ymiskur. Í Rumenia eru tað undir 10 prosent, sum nýskapa. Í hinum endanum eru Grikkaland, Týskland og Finnland, har yvir 60 prosent av fyritøkum nýskapa. Føroyar eru beint undir 60 prosent og eru sostatt millum tey fremstu.
Uppgerðin fevnir um tíðarskeiðið, tá koronufarsóttin rakti. Myndin niðanfyri vísir eisini tíðarskeiði fyri koronu. Merkisvert er at parturin av fyritøkum, sum nýskapa, var minni í fleiri londum í Evropa, enn tað var undan koronu. Fyrsta uppgerðin av nýskapan fyri Føroyar er fyri tíðarskeiði 2020 til 2022, og tí ber ikki til at samanbera føroysku tølini fyri bæði tíðarskeiðini.
Tá samanborið verður millum lond skulu vinnugreinarnar Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða, Gisting og matstovuvinna og Umsitingarligar tænastuveitingar ikki teljast við. Tá hesar vinnugreinarnar eru taldar við, er parturin av føroyskum fyritøkum, sum nýskapa, tó óbroyttur.
Tilsamans brúktu allar føroysku fyritøkurnar 546 milliónir upp á nýskapan.
Tað eru serliga tvær vinnugreinarnar, sum gera stórar íløgur í nýskapan Tær vinnugreinarnar eru vinnubólkurin sum eitur landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða, og vinnubólkurin sum eitur kunning og samskifti og tilsamans áttu hesir báðir vinnubólkarnir 80 prosent av útreiðslunum til nýskapan.
Meiri enn helmingurin av fyritøkunum hava sett nýggjar mannagongdir í verk hesi árini frá 2020 til 2022.
Tað eru serliga mannagongdir, sum fevna um at skipa virksemi øðrvísi innanhýsis ella menna sambondini við onnur.
Eisini eru tað fleiri fyritøkur, sum hava ment mannagongdirnar, í sambandi við at skipa ábyrgdarøki, avgerðarbýti og starvsfólkamenning annars.
Góð 20 prosent av fyritøkunum hava bjóðað kundum sínum nýggjar vørur ella tænastur. 17 prosent hava veitt nýggjar vørur og 14 prosent hava veitt nýggjar tænastur.