Tøkniráðstevnan Tonik er í Silo í Havn í løtuni, og nógv áhugavert er á skránni.
Fyrst á skránni í morgun vóru fleiri nýggjar smærri fyritøkur, sum løgdu fram fyri øll gestunum og íleggjarum. Fyritøkurnar vóru úr ymsum londum, m.a. Danmark, Norra og Íslandi, og onkrar føroyskar fyritøkur vóru eisini við.
Ein av føroysku fyritøkunum er Luttaka. Luttaka er ein netskipan, sum verður brúkt til at samskipa tiltøk. Skipanin verður brúkt til Tonik tiltakið, har ein m.a. kann síggja skránna til tiltakið, fáa boð frá fyriskiparunum og samskifta við aðrar luttakarar.
Ein onnur fyritøka, sum legði fram í morgun, er fyritøkan Bókin, sum hevur ment eina app til bókhald.
Framløgurnar eru skipaðar sum ein kapping. Vinnarin av kappingini verður kunngjørdur seinni í dag.