Føroyskar fyritøkur fingið høgt virda virðisløn

Hetta vísir, at vit eru á rættari leið, sigur nevndarformaðurin

Áki Bertholdsen
31. mars 2023 kl. 12:00

Felagsskapurin, Burðardygt vinnulív, sum er eitt samtak ímillum 12 føroyskar fyritøkur, hevur nú fingið eina Edie virðisløn í London. 

Endamálið við felagsskapinum, Burðardygt Vinnulív, er nettupp at leggja dent á fremja burðardygd í vinnulóvinum.

Edie-virðislønin er størsta burðardygga virðislønina í Bretlandi, ið heiðrar grøn frambrot av ymsum slagi, bæði  verkætlanum hjá fyritøkum og serlig tiltøk.

Burðardygt Vinnulív sigur í tíðindaskrivi, at nú hava tey vunnið eina virðisløn á Edie Awards 2023 í London.  Tey vunnu virðislønia fyri ársins samstarv, ella “Partnership and Collaboration of the Year.” 

 Burðardygt vinnulív var í kapping við níggju onnur úr øllum heiminum, sum vóru í uppskoti til somu virðisløm.

– Hetta er ein sera stórur heiður og herðaklapp til Burðardygt Vinnulív! At vinna ein tílíkan heiður er prógv um, at felagsskapurin hevur víst sítt virði og hevur rokkið munagóðum úrslitum, siga tey.

 – Hesin heiðurin er prógv um, at vit eru á rættari leið og hava gjørt eitt megnar arbeiði á burðardygga økinum, sigur Jan Ziskasen, nevndarformaður í Burðardygt Vinnulív.

 Hetta er 16. árið, at Edie virðislønirnar verða lætnar. Talan er um størstu burðardyggu virðislønina í Bretlandi

 Tær tólv stovnandi fyritøkurnar í Burðardygt Vinnulív eru: Bakkafrost, Betri Banki, Effo, Faroe Ship, Føroya Tele, Gist og Vist, JI Electric, KJ Hydraulik, MBM, P/F Poul Michelsen, SMJ og Vónin.