Føroyska telefon-koyrikortið skal verða lógligt í Danmark

Næsta ár kunnu føroyingar taka koyrikort í Danmark - á føroyskum

Áki Bertholdsen
16. august 2024 kl. 09:08

Bæði Føroyar og Danmark hava eina skipan við talgildum koyrikortið, har bilførarar kunnu hava koyrikortið á telefonini fyri at hava eitt plast-kort í lummanum.

Men føroyska telefon-koyrikortið er ikki góðkent í Danmark og tað  danska er heldur ikki góðkent í Føroyum.

Men nú fara føroyskir og danskir myndugleikar í samstarv um at góðkenna koyrikortini hjá hvørjum øðrum, sigur danski samferðsluráðharrin, Thomas Danielsen, í tíðindaskrivi. Hann vónar at ein loysn fæst á málinum skjótt.

Annars sigur hann eisini, at frá 1. januar fer tað at bera til hjá føroyingum at taka koyrikort í Danmark - á føroyskum máli.