Fíggjarliga eru útlendsk arbeiðsfólk eitt stórt íkast til føroyska samfelagið. Tað vísir ein nýggj kanning, Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, hevur gjørt fyri Vinnuhúsið.
Kanningin vísir, at fyri árið 2022 kastaðu útlendsk arbeiðsfólk góðar 400 milliónir krónur av sær til almennu kassarnir í Føroyum. Tá er roknað við, at øll tey útlendsku starvsfólkini eru her við einum tíðaravmarkaðum uppihaldsloyvi.
Men høvdu tey øll havt varandi uppihald, lækkar íkastið til 100 milliónir krónur, tí so hevði tað ført ymsar almennar útreiðslur við sær til eftirlønir, og annað.
Høvuðsmunurin er, at tey við styttri arbeiðsloyvi, fara ikki at fáa almennar veitingar og tænastur seinni í lívinum - eitt nú pensjón og ókeypis heilsutænastur.
Men tá ið tey flestu útlendsku starvsfólkini eru her, grundað á eitt tíðaravmarkað uppihald, liggur rætta talið nærri 400 milliónum enn 100 milliónum, sigur Vinnuhúsið.
Kortini gera tey vart við, at talan er um eina nokk so grova meting, og at betri hagtøl kunnu gera metingina neyvari.
Tó verður mett, at at tað er rættiliga trygt at siga, at í øllum førum liggur tað rætta talið onkustaðni ímillum 250 og 300 milliónir í 2022.
Tað merkir so eisini, at uttan hesi útlendsku starvsfólkini, hevði búskaparvøksturin, sum hevur verið hesi seinastu árini, verið væl minni enn hann hevur verið.
Fyri tey við varandi uppihaldsloyvi, er nettoíkastið til almennu kassarnar umleið 50.000 krónur um árið fyri hvønn útlendskan løntakara. Tá er roknað við prísunum, sum eru galdandi í ár.
Sostatt er nettoíkastið positivt, hóast tað er lagt upp fyri, at tey koma at fáa eina skattafíggjað pensjón tá ið tey røkka pensjónsaldur.
Fyri tey við tíðaravmarkaðum uppihaldsloyvi er íkastið umleið 215.000 krónur, tí tey fara ikki at fáa rætt til pensjón, og tað er eisini rættiliga avmarkað hvat tey fáa av heilsutænastum, og øðrum almennum tænastum.