Føroyska málið er nú á Google Translate

Hetta merkir, at vit nú kunnu týða úr føroyskum til eina ørgrynnu av málum og øvugt

Fríðmundur Nattestad
27. juni 2024 kl. 15:00

Í dag kemur nýggj dagføring av teldutýðingartænastuni Google Translate. Dagføringin hevur m.a. við sær eina víðkan av málum, sum til ber at velja. Heili 110 nýggj mál eru løgd aftrat tænastuni, og eitt av hesum málum er okkara føroyska mál. Hetta skrivar Fróðskaparsetrið í tíðindaskrivi í dag.

Google hevur í samstarvi við Máltøknidepilin á Føroyamálsdeildini ment førleikarnar at týða føroyskt so mikið væl, at føroyskt nú eisini er partur av ókeypis tænastuni á netinum. Hetta merkir, at vit nú kunnu týða úr føroyskum til eina ørgrynnu av málum og øvugt. 

Týðingartænastan hjá Google hevur nógvar hentar funkur. Eitt nú ber til at tosa tað inn, sum ein vil týða, og til ber at týða bæði heil skjøl, heimasíður og annað við einum klikki. Í fyrstu syftu eru talu- og hoyrifunkurnar og skjalafunkan ikki tøkar á føroyskum, men tað verður longu nú arbeitt við at menna hesar eisini.

Gjøgnumbrotið letur eisini dyrnar upp fyri at fáa líknandi funkur á føroyskum inn á aðrar Google-tænastur, so sum Google Docs o.a. 

Hetta er fyrsta útgáva av tænastuni á føroyskum, og tí kunnu smærri villur vera. Máltøknidepilin á Setrinum fer framhaldandi at samstarva við Google um at betra um týðingargóðskuna bæði við at eftirmeta og við at deila dátur til víðari menning. Væntast kann tí, at tænastan gerst betri sum frá líður.

Lanseringin av føroyskum máli á Google Translate er júst byrjað, og av Google verður sagt, at tað fer at taka umleið eitt samdøgur, áðrenn øll hava fingið atgongd og finna føroyskt á listanum av málum har.

Vitja Google Translate her.