Føroyska listin í París

Ta løtuna, tá vit fríggjamorgunin í síðstu viku snaraðu runt um sigursbogan við Avenue des Champs-Élyssés í París, mátti eg satt at siga klípa meg sjálva í armin at vita um eg droymdi ella var vakin

Kinna Poulsen
15. januar 2022 kl. 11:14

Men tað var veruligt og vit vóru beint tá á veg yvir í framsýningarhølini at heingja upp føroyska list í París.

Fyrireikingin hevur tikið sína tíð. Í roynd og veru er hálvtriðja ár liðið síðan, at hugskotið til listaframsýningina Un éclat de soleil varð bílagt, fest á blað og góðkent á donsku sendistovuni í París. Síðani havi eg sum kurator samstarvað við listafólk og stovnar, til dømis Listasavn Føroya, haðani eg havi lænt nakrar ómetaliga fínar málningar.

Í skrivandi stund hongur framsýningin í Le Bicolore í Danmarkshúsinum í París og tað er altso í einum býi og landi, har tey javnt og samt boða frá methøgum smittutølum, men har er sama skil heima, skilst. Vit skipa fyri, heingja upp í masku og spritta okkum javnan, gleðast yvir, at framsýningin verður til nakað og mugu annars bara vóna tað besta.

Hósdagin 13. januar letur framsýningin upp og hon verður hangandi í franska høvuðstaðnum tveir mánaðar.

Lesið alla greinina hjá Kinnu Poulsen um listaframsýningina í franska høvuðsstaðnum í blaðnum, sum fæst í sølubúðunum ella við at trýsta á leinki niðanfyri

Les meira: Føroyska listin í París