Men tað var veruligt og vit vóru beint tá á veg yvir í framsýningarhølini at heingja upp føroyska list í París.
Fyrireikingin hevur tikið sína tíð. Í roynd og veru er hálvtriðja ár liðið síðan, at hugskotið til listaframsýningina Un éclat de soleil varð bílagt, fest á blað og góðkent á donsku sendistovuni í París. Síðani havi eg sum kurator samstarvað við listafólk og stovnar, til dømis Listasavn Føroya, haðani eg havi lænt nakrar ómetaliga fínar málningar.
Í skrivandi stund hongur framsýningin í Le Bicolore í Danmarkshúsinum í París og tað er altso í einum býi og landi, har tey javnt og samt boða frá methøgum smittutølum, men har er sama skil heima, skilst. Vit skipa fyri, heingja upp í masku og spritta okkum javnan, gleðast yvir, at framsýningin verður til nakað og mugu annars bara vóna tað besta.
Hósdagin 13. januar letur framsýningin upp og hon verður hangandi í franska høvuðstaðnum tveir mánaðar.
Lesið alla greinina hjá Kinnu Poulsen um listaframsýningina í franska høvuðsstaðnum í blaðnum, sum fæst í sølubúðunum ella við at trýsta á leinki niðanfyri
Les meira: Føroyska listin í París