Føroyska liðið er millum átta tey bestu í heiminum

HM U-21: Teir báðir, sum nú fara at spæla í bestu týsku deildini, skoraðu 23 av teimum 33 málunum

Myndir: HSF
Jóannes Hansen
25. juni 2023 kl. 19:17

Kanska ber tað til at venja seg til alt. Men tað er altso stórt. Í kvøld hava Føroyar vunnið við seks málum ímóti Brasil í HM kappingini fyri U-21 landslið. Úrslitið var 33 – 27 eftir hálvleiksstøðuna 16 – 13.

Síðsti dystur í miðumfarinum verður í morgin, tá ið mótstøðuliðið verður Portugal.

-At vit longu hava spælt okkum í fjórðingsfinaluna ber við sær, at møguleiki verður fyri í morgin at nakrir av teimum, sum hava verið mest av vøllinum, kunnu spenna frá, og at teir, sum ikki hava spælt so nógv, sleppa at vera meiri á vøllinum.

Tað segði Mark Lausen Marcher, sum saman við Julian Johansen er venjari, í samrøðu við KvF stutt eftir dystarlok.

Enn er tað ikki greitt, hvørjum fjórðingsfinalan hjá Føroyum verður ímóti. Tað er greitt, at fjórðingsfinalan verður hósdagin, og at føroyska liðið fer at flyta úr Hannover og til Berlin, har fjórðingsfinalan verður.

At vinna Føroyar millum átta tey bestu hondbóltsliðini í heiminum er størsta liðavrik hjá Føroyum nakrantíð. Talan er um avrik, sum tænir spælarunum, venjarunum, øllum kring liðið, Hondbóltssambandi Føroya og øllum teimum føroysku hondbóltsfeløgunum til stóran heiður og æru.

Hóast Brasil ikki spældi hondbólt á sama hátt, sum Føroyar og grannatjóðir okkara og flestu europeisku hondbóltstjóðirnar gera, so megnaðu føroysku spælararnir við teirra royndum, sinniliga yvirskoti og sjálvsáliti uppgávuna framúr væl.

Eftir dystarlok varð Elias Ellefsen á Skipagøtu valdur at vera dagsins maður. Hann og Hákun West av Teigum fara eftir summarsteðgin at spæla á hægsta støði í Týsklandi. Í kvøld skoraðu teir báðir 23 av 33 málum. Elias skoraði 13 mál, og Hákun skoraði 10 mál.

Føroyar – Brasil 33 – 27 (16 – 13)

Føroyar: Elias Ellefsen á Skipagøtu 13, Hákun West av Teigum 10, Ísak Vedesbøl 3, Janus Dam Djurhuus 2, Rói Ellefsen á Skipagøtu 2, Pauli Mittún 1, Kristoffur Bjørgvin 1, Aleksandar Lacok 1, Bjarni í Selvindi, Sveinur Olafsson, Brian Slyne, Pauli Høj, Ovi Lútzen, Bogi Hansen, Kristian Jensen

Málverjar: Pauli Jacobsen 11/36 31% og Aleksandar Sasha Lacok 3/5 60%