Silvurligan, kvinnur:
Um vikuskiftið spælir føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti í øðrum umfari í evropeisku Silvurliguni. Dystirnir eru ímóti Luksemborg og Ungarn, og báðir verða spældir í Luksemborg.
12 ár síðan
Tað er ikki yvir at dylja, at skulu Føroyar vinna nakran dyst í kappingini, so skal tað vera dysturin ímóti Luksemborg. Vónin var í fyrsta umfarinum at skaka Georgia aftur, júst sum á heimavølli í fjør, tá Føroyar vunnu 3-1, men tað miseydnaðist hesa ferð, og Georgia vann 3-0. Eisini Montenegro vann 3-0 á Føroyum í fyrsta umfarinum, sum varð spælt í Montenegro fyri viku síðan.
Men Luksemborg er ikki eins gott og hini bæði, men heldur á nøkulunda sama stigi sum føroyska liðið. Londini hava ofta møtst í ymsum kappingum fyrr, og sum oftast hevur Luksemborg vunnið. Men í morgin eru júst 12 ár síðani Føroyar vunnu 3-0 (28-26, 25-21, 25-19) á Luksemborg í EM-undankapping fyri smátjóðir, og vónin er at endurtaka bragdið í dag, tá Føroyar aftur bjóða Luksemborg av.
Dysturin byrjar kl. 17 og leinki til stroyming er á heimasíðuni hjá Flogbóltssambandinum www.fbf.fo
Leygardagin kl. 17 spæla Føroyar seinna dystin í hesum umfarinum, og hann er ímóti Ungarn, sum verður mett at vera væl betur enn Føroyar.
Seinasti dysturin hjá Føroyum í Silvurliguni verður á heimavølli 7. juni, tá Finnland kemur á vitjan. Tá vænta Føroyar ikki at fáa nógv burturúr, tí finska liðið er so nógv sterkari. T.d. vann Finnland 3-0 við settúrslitunum 25-7, 25-19, 25-9 á Luksemborg í fyrsta dystinum í kappingini og eisini 3-1 á Portugal, sum annars er nr. 22 á evropeiska styrkilistanum, fimm pláss fremri enn Finnland.
Eftir røttum skuldi Bosnia-Hersegovina eisini spælt í Føroyum tá, men stutt eftir at kappingin var skipað, tók Bosnia-Hersegovina seg úraftur kappingini og hevur tí tapt allar sínar dystir 3-0, so tí hava Føroyar formliga 3 stig í kappingini nú.