Føroyska javnstøðunevndin við á javnstøðufundi í New York

Bæði í Føroyum, og í hinum norðurlondum, eru tað serliga tvey mál, tað hevur týdning at loysa fyri at bøta um javnstøðuna

Bjørk Maria Kunoy, forkvinna í føroysku javnstøðunevndini, hevur orðið á tiltakinum í New York
Áki Bertholdsen
15. mars 2024 kl. 14:00

Í sambandi við kvinnurættindaráðstevnuna hjá Sameindum Tjóðum, sum er í New York í hesum døgum, skipaði Javnstøðunevndin, saman við norsku og svensku javnstøðu- og antidiskriminatiónsumboðunum, fyri tiltakinum Nordic Models for Gender Equality fyrr í vikuni.

Javnstøðunevndin sigur, at tiltakið var í serstøku og søguligu norska sjómanskirkjuni á Manhattan.

Á skránni var pallborðsfundur ímillum forkvinnuna í Javnstøðunevndini, Bjørk Mariu Kunoy, svenska javnstøðuumboðið, Lars Arrhenius, og norska javnstøðu- og antidiskriminatiónsumboðið, Bjørn Erik Thon. Eisini Maja Kristina Jåma, sum er limur í norska sámatinginum, umframt Claru Berglund, aðalskrivara, og Solveig Hagen Strand, nevndarlimir í ávíkavíst svensku og norsku kvinnufelagasamskipanini, vóru við á fundinum. 

Samstarvið ímillum javnstøðumyndugleikar og áhugafelagsskapir, er avgerandi fyri arbeiðið at bøta um javnstøðuna, sigur Javnstøðunevndin.

Forkvinnan í Javnstøðunevndini greiddi frá arbeiðinum hjá nevnini, ið er bæði kærumyndugleiki og ráðgevari í javnstøðumálum, umframt at viðgera týdningarmikil javnstøðumál. 

Forkvinnan vísti á, at hóast arbeiðsøkið hjá Javnstøðunevndini er ógvuliga fjølbroytt, er fíggingin og starvsfólkaorkan, avmarkað, og tí er tað ein fortreyt, at tey hava gott samstarv við áhugafelagskapir og stovnar, millum annað Fróðskaparsetur Føroya

Men tí er tað eisini av alstórum týdningi, at Javnstøðunevndin, politikarar og onnur, ið varða av og viðgera javnstøðumál, eru við á ráðstevnum sum hesari, sigur Javnstøðunevndin 

­– Talan er um eina av týdningarmiklasu ráðstevnum, har øll gransking, royndir og vitan í heimshøpi er savnað á einum stað. Tað kann ikki metast í pengum, sigur forkvinnan í Javnstøðunevndini, tí tíðindaskrivi.

Allir javnstøðumyndugleikar vóru á einum máli um, at størstu avbjóðingarnar á javnstøðuøkinum, er ójavnað arbeiðsbýtið og lønarlagið ímillum kynini. 

– Tað er eisini av alstórum týdningi, at menn og kvinnur taka sær av óløntu arbeiðsbyrðuni heiminum í felag, soleiðis at bæði menn og kvinnur á jøvnum føti kunnu vera á arbeiðsmarknaðinum og sostatt hava somu møguleikar at verða fíggjarliga sjálvbjargin. 

Í heyst verður Javnstøðunevndin annars vertur fyri samstarvsfundinum har javnstøðumyndugleikarnar í Norðurlondum eru við. 

Harumframt hevur Javnstøðunevndin avtalað fundir við fleiri norðurlendskar áhugafelagsskapir, sum hon hittist við í New York, við tí endamálið at menna norðurlendskum samstarvið í sambandi við eitt av høvuðsevniunum, sum fíggjarlig javnstøða millum kynini.