Hondbóltsvikuskiftið er ikki av enn, tí í kvøld kl 18 tekur føroyska hondbóltsliðið hjá monnum ímóti Letlandi. Altavgerandi dysturin er seinasti dysturin í HM-undankappingini í høllini á Hálsi í Havn.
Føroyar er saman við Italia, Lettland og Luksemborg í bólki nummar fýra í HM-undankappingini. Støðan hjá Føroyum bólkinum í løtuni er hendan: Luksemborg er fremst við 3 stigum, Føroyar og Italia hava 2 stig í part, og Lettland hevur 1 stig. Málúrtøkan hjá Italia er betur enn okkara, tískil liggja teir á øðrum plássið og vit á triðja plássið.
Fyrradagin spældu Føroyar ímóti Luksemborg. Hóast føroyingar høvdu bjartar vónir undan dystinum, so vunnu Luksemborg 31-26, á einum vónbrotnum føroyskum landsliðið. Mett var undan dystinum, at hesin dysturin var besti møguleikin hjá Føroyum at fáa stig. Hóast hetta vónbrotið, so reistu føroyingarnir seg í dystinum ímóti Italia. Fyrri hálvleikur var ógvuliga tættur, hálvleiksstøðan 13-11 til Italia. Føroyingarnir løgdu væl frá landi í seinna hálvleiki og løgdu seg skjótt framum. Hendan leiðslan helt mestsum allan seinna hálvleik. Dysturin endaði 27-26 til Føroyar.
Tað eru einans tvey tey ovastu liðini í hesum bólkaspælinum, sum sleppa víðari í HM-undankappingini. Fyri at koma víðari í HM-undankappingini, so mugu Føroyar vinna ímóti Lettlandi.
Nógvur hondbóltur hevur verið at sæð um vikuskifti, bæði í Føroyum, men eisini uttanlands. Aftrat HM-undankappingini í høllini á Hálsi í Havn, so spældu H71 kvinnurnar seg víðari í EHF-kappingini í gjár. Eisini byrjaði EM í hondbólti hjá monnum fyrr í vikuni, har millum annað danska landsliðið telist millum favorittarnir undan kappingini.
Einki er enn avgjørt í bólki nummar fýra í HM-undankappingini, har øll liðini enn kunnu koma víðari. Dysturin millum Føroyar og Lettland byrjar kl 18. Eisini spæla Italia og Luksemborg í høllini á Hálsi í Havn kl 15:30.