Slush er ein av heimsins størstu og týdningarmestu ráðstevnum fyri KT startup fyritøkur, har fleiri enn 2000 umsóknir eru komnar úr øllum heiminum. Við síni støðu í topp 20 hevur Flowcore tryggjað sær eitt pláss á pallinum í Helsinki tann 20. november, har tey skulu kappast um fyrsta plássið og eina møguliga íløgu áljóðandi 7,5 milliónir krónur.
Flowcore, sum er ein av fyritøkunum sum heldur til í Hugskotinum í Havn, fekk sína fyrstu íløgu frá føroyska vinnueinglanetverkinum FarBAN í fjør. Hetta var eisini tann fyrsta íløgan hjá vinnueinglunum í FarBAN, og hon hevur verið ein týðandi liður í at menna Flowcore og stuðla teirra ferð móti altjóða marknaðinum.
Flowcore arbeiðir við at gera data-undirstøðukervi lættari at brúka og tillaga fyri mennarar. Við teirra tøkni kunnu fyritøkur arbeiða meira effektivt við stórum mongdum av data, við eini loysn, sum er skalerbar og trygg. Eitt vælvirkandi data-undirstøðukervi er alneyðugt fyri at menna góðar og skalerbarar skipanir, serliga tá tað kemur til framkomnar tøknir, sum eitt nú vitlíki.
Filmurin sum fekk Flowcore til finaluna sæst niðanfyri.