Føroyska brýnið lá leingi eftir í umklæðingarrúminum

Fremsta orsøkin til tapið ímóti Danmark í kvøld var, at álopsvápnið í langa løtu var so óhvast

Jóannes Hansen
3. desember 2024 kl. 19:06

Punktum er sett fyri fyrstu føroysku luttøkuna í EM endaspælið í hondbólti fyri kvinnur. Føroyska ferðalagið riggar nú til at fara til hús, meðan Danmark er farið undir fyrireikingar til fyrsta dystin í miðumfarinum, sum verður hósdagin ímóti Norra.

Eftir fínt avrik ímóti Sveis og 17-17 ímóti Kroatia sunnudagin endaði tað í kvøld við 33-24 tapi ímóti Danmark. Hálvleiksstøðan var 15-8. Hetta er besta føroysku úrslitið í kappingardysti ímóti Danmark, sum fyri tveimum árum síðani vann við 20 málum ímóti Føroyum. Merkisvert er tað, at Føroyar við góðum endaspurti í seinna hálvleiki skoraðu 16 mál og taptu seinna hálvleik við einum máli.

Besta løtan hjá føroyska liðnum var fyrstu minuttirnir og síðsta korterið. Føroyar vóru frammanfyri 3-1, tá ið fimm minuttir vóru farnir. Turið Arge Samuelsen setti beinanvegin hol á, og Maria Pálsdóttir Nólsoy og Lív S. Poulsen av høgra veingi skoraðu eisini.

Tá ið knappliga seks minuttir vóru farnir, og støðan var 3-2, misnýtti Lukka Arge fyrsta brotskastið.

At hálvleiksstøðan var 15-8 var ikki tí, at føroyska liðið ikki vann seg til málmøguleikar. Heldur var tað, at tað gekk so striltið at fáa bóltin í málið. Anna Kristensen stóð væl í danska málinum, og føroysku spælararnir misnýttu aftur og aftur, tá ið tær vóru í góðum støðum. Danski málverjin bjargaði átta ferðir í fyrra hálvleiki, og í fimm av førunum var tað, tá ið føroysku spælararnir vóru heilt leysar.

Fyri Føroyar var tað eisini vátur klútur í andlitið, tá ið verjuálitið Brynja Høj longu eftir tíggju minuttir sá beinleiðis reytt kort.

-Vit vistu tað og fingu í fyrra hálvleiki staðfest, at vit eru ikki von at spæla ímóti nøkrum av heimsins bestu málverjum. Tað gjørdu vit í kvøld, og tað var orsøkin til, at vit misnýttu so nógvar møguleikar í fyrra hálvleiki, staðfestir Claus Leth Mogensen, venjarin, í samrøðu við Kringvarpið. Hann ásannar eisini, at tað kostaði nógv bæði í verjuni og í stríðnum, at Brynja Høj so tíðliga noyddist av vøllinum.

Soltnasta løtan var fyrstu minuttirnir eftir steðgin. Tá riggaði álopsspælið illa, tí tað gingu fleiri enn átta minuttir av seinna hálvleiki, áðrenn tað eydnaðist føroysku spælarunum at fáa hol á.

Jana Mittún skoraði loksins tvey mál, og frá støðuni 20-8, tá ið tað sá út til at talan fór at verða um heilt stórt skrædl, rættaði føroyska liðið av álvara gongdini, og so endaði tað 33-24. Føroysku spælararnir funnu betri málið, enn tær høvdu gjørt, og í hinum endanum bjargaðu føroysku málverjarnir, og so spældi tað eisini inn, at fleiri av donsku lyklaspælarunum sótu á beinkinum og hvíldu seg, so tær vera á toppinum hóskvøldið, tá ið Norra verður mótstøðuliðið.

Føroyskur toppskjútti var Pernille Brandenborg við 10 málum. Hon var eisini sera drúgv í miðverjuni. Brynhild Pálsdóttir skoraði fimm mál, og tilsaman skoraðu sjey spælarar.

 

Føroyar – Danmark 24-33 (8-15)

Føroyar: Pernille Brandenborg 9, Brynhild Pálsdóttir 5, Súna Krossteig Hansen 2, Lív S. Poulsen 2, Turið Arge Samuelsen 2, Jana Mittún 2, Maria Pálsdóttir Nólsoy 1, Elsa Egholm, Bjarta O. Johansen, Rannvá Olsen, Lukka Arge, Brynja Høj, Lív B. Zachariasen, Bjørk F. Joensen

Málverjar: Rakul S. Wardum 7/25 28 prosent, Annika Fríðheim Petersen 2/13 15,38 proent

Á beinkinum: Claus Leth Mogensen, Simon Olsen, Jens á Skipagøtu, Beinta Bendix Laursen