Føroyska arbeiðsfjøldin virknast í Europa

Ein uppgerð hjá hagstovuni vísir, at av teimum 37.700 fólkunum her á landi í aldrinum 15 til 74 ár, eru 31.800 vinnuliga virkin og tí partur av arbeiðsfjøldini. Hetta svarar til 84 prosent. Hetta ger, at føroyska arbeiðsfjøldin er tann virknasta í Evropa

Sveinur Tróndarson
7. mars 2021 kl. 20:41

Tað kemur neyvan óvart á nakran, tá tey hoyra, at føroyingar eru eitt virkið fólkaslag.

Men tað er í grundini tað, sum er eitt av høvuðsúrslitunum í teljingini av arbeiðsfjøldini, sum Ahagstova Føroya gjørdi í november í fjør.

Henda teljing vísir, at av teimum 37.700 fólkunum í landinum millum 15 og 74 ár eru 31.800 fólk vinnuliga virkin og harvið partur av arbeiðsfjøldini. Hetta svarar til, at 84 prosent av føroyingum í nevnda aldri eru vinnuliga virkin.

Tað at vera vinnuliga virkin er nevniliga fortreytin fyri at verða roknaður sum partur av arbeiðarafjøldini. Og har eru øll tald við, til dømis løntakarar, sjálvstøðug vinnurekandi og arbeiðsgevarar, arbeiðsleys, ið eru tøk at átaka sær arbeiði, og fólk, sum ólønt hjálpa til í familjufyritøku.

Tey, sum ikki eru vinnuliga virkin vera roknað sum uttan fyri vinnu, og har eru fólk undir útbúgving, fólk, sum antin av sjúku, skerdum førleika ella av øðrum orsøkum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum og so fólk, sum av øðrum orsøkum eru farin av arbeiðsmarknaðinum.

Og júst talið 84 er tað hægsta í Evropa, skrivar Hagstova Føroya á heimasíðu síni.

Vinnutíttleikin verður roknaður í prosent av fólkatalinum, og neyva føroyska talið fyri bæði kyn er 84,3 prosent. Hjá monnunum er vinnutíttleikin 86,1 prosent og hjá kvinnunum er hann 82,4 prosent.

Men sjálvt um kvinnurnar liggja lægri enn menninir, so vísir uppteljingin hjá Hagstovu Føroya, at føroysku kvinnurnar skilja seg burturúr, tí tær í aldursbólkunum frá 35 árum og uppeftir eru langt omanfyri kvinnurnar í hinum londunum í vinnutíttleika. Til dømis eru 95 prosent av kvinnunum í aldursbólkinum 45-55 ár í arbeiðsfjøldini. Eisini eru 45 prosent av kvinnunum í aldrinum 65-74 við í arbeiðsfjøldini. Í Danmark er hetta talið 10 prosent og tað er eisini miðlan fyri Evropa.

Tá hugt verður eftir økinum er vinnutíttleikin javnt stórur um alt landið. Men verður farið nærri inn í tølini, so er vinnutíttleikin, settur í mun til fólkatalið, størstur í Suðurstreymoy og í Norðstreymoy.

Øll greinin hjá Hagstovu Føroya kann lesast her.