Sum liður í fyrireikingunum til dystirnar í UEFA Nations League, sum verða spældir í juni og september mánað, fer A-landsliðið við monnum á venjingarlegu í suðurspania frá 21. til 30. mars.
Umframt venjingar, verða eisini tveir venjingardystir á skránni. Leygardagin 26. mars klokkan 17, føroyska tíð, spæla Gibraltar og Føroyar á Victoria Stadion í Gibraltar, og tríggjar dagar seinni, týsdagin 29. mars klokkan 16, føroyska tíð, møtast Liktinstein og Føroyar á Pinatar Arena í Pinatar í Spania.
Síðani føroyska A-landsliðið við monnum fór upp í altjóða fótbólt, hava vit møtt Gibraltar eina ferð, og Liktinstein seks ferðir. Og úrtøkan ímóti hesum báðum londunum hevur higartil verið góð. Føroyar hava vunnið allar dystirnar, við málmuninum 20-5 samanlagt.
Í summar verður farið undir UEFA Nations League kappingini. Fýra dystir eru á skránni í juni mánað, og tveir dystir verða spældir í september.
Føroyar eru í bólki C1, saman við Turkalandi, Luksemborg og Litava. Fyrsti dysturin verður á útivølli hósdagin 4. juni móti Turkalandi. Síðan eru tveir heimadystir á skránni móti Luksemborg og Litava ávikavist 7. og 11. juni.
Landsliðspakkin, ið er atgongumerki til allar heimadystirnar í UEFA Nations League í 2022, fæst til keyps í Nethandilinum á FSF.fo.
Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo