Føroysk súkkling fingið altjóða limaskap

Á fundi í París, fríggjadagin í farnu viku, gjørdist Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon limur í altjóða súkklisambandinum Union Cycliste Internationale, í stuttum nevnt UCI

(Mynd: sst.fo)
Sigurjón Einarsson
19. oktober 2022 kl. 09:32

Fríggjakvøldið 14. oktober 2022 gjørdist søguligt fyri føroyska súkkling. Á fundi í París gjørdist Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon limur í altjóða súkklisambandinum Union Cycliste Internationale, í stuttum nevnt UCI.

Hetta er eitt úrbýtið úr miðvísa arbeiðnum, ið Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon, stytt SST, hevur gjørt seinastu árini fyri at menna skipanina í súkklingini og er ein liður í miðvísa arbeiðnum og kósini, sum sersambandið hevur sett.

Tað er greitt, at limaskapurin gevur sersambandinum møguleikar, men eisini tí hann setur krav til, hvussu SST skipar seg.

- Vit hava møguleika at luttaka í altjóða kappingum umboðandi Føroyar, men vit skulu eisini í enn størri mun enn áður skipa tiltøk, ið liva upp til tey krøv UCI setur. Hetta er ein avbjóðing vit skulu lyfta í felag, skrivar SST á heimasíðu sínari.

Talan er um atlimaskap, sum merkir, at SST er knýtt at danska súkklisambandinum, DCU.

- Tað loyvir okkum at luttaka í flestu kappingum umboðandi Føroyar undantikið HM og OL, har føroyskir súkklarar skulu luttaka fyri Danmark. Tað er sjálvandi ein avmarking, men eisini ein møguleiki at samstarva tætt við Danmark um menning av súkklarum, venjarum, dómarum og øðrum hjálparfólki í súkklingini. Í paralympiskum høpi eru Føroyar tó sjálvstøðugar, og tá hevur atlimaskapurin í UCI við sær, at føroyskir parasúkklarar kunnu luttaka fyri Føroyar, skrivar SST.

Á fundi í París gjørdist Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon limur í altjóða súkklisambandinum Union Cycliste Internationale, í stuttum nevnt UCI