Føroysk mentan á breddan í Brússel

Seinni í ár eru mentanarlig tiltøk á skránni í Brússel við føroyskari luttøku, og tiltøkini fevna bæði um mál og bókmentir, sni

Innsent
21. september 2017 kl. 12:21

Umframt at røkja handilsviðurskifti og onnur politisk mál í ES høpi, leggur Sendistovan í Brússel eisini dent á at menna sambond á mentanarøkinum, til tess at fremja kunnleika og tilvitan um føroyska mentan og list í evropeiskum høpi. 

Yrking á føroyskum

Transpoesie er árligt tiltak í Brússel, har yrkingar úr fleiri londum verða vístar fram í almenna rúminum á upprunamálum og í fronskum og hollendskum týðingum. Transpoesie verður sjósett 26. september, ið er evropeiski dagurin fyri mál og málsliga fjølbroytni.

Í ár hevur Rithøvundafelagið víst á Oddfríð M. Rasmussen at umboða Føroyar. Tann 9. november luttekur hann á einum tiltaki saman við yrkjarum úr 6 øðrum londum, har hann fer at lesa upp yrkingar á føroyskum. 

Føroyskir sniðgevar á Pop & Shop í oktober 

6. til 8. oktober luttaka fýra føroyskir sniðgevar á móta og design sølumarknaðinum Pop & Shop í Brússel. Við úr Føroyum eru Sissal Kj. Kristiansen (Shisa Brand), Tanja Fossdal (ByFossdal), Turið Nolsøe Mohr og Anna Højgaard Slot (Heimkaer), sum luttaka saman við 36 øðrum sniðgevum úr Eysturríki, Kekkia, Estland, Lettland, Ungarn, Pólland og Rumenia.

Hetta er fjórða ár á rað at skipað verður fyri Pop & Shop, ið hevur til endamáls at skapa karmar fyri fjølbroyttari sniðgevan á evropeiska marknaðinum. Hetta er fyrstu ferð, at føroyskir sniðgevar luttaka, og Føroyska sendistovan luttekur í arbeiðsbólkinum, sum er við til at skipa fyri ársins Pop & Shop.

Í ár leggur Pop & Shop serligan dent á “Slow Fashion and Upcycling”, og sølumarknaðurin verður hildin í flamska mentunarhúsinum De Markten í miðbýnum í Brússel.

Føroysk-donsk jólakonsert 

Í vetur skipar Sendistovan saman við Dansk Kulturinstitut í Brússel og donsku sendistovuni til Belgia fyri jólakonsert við Nordic String Quartet. Við í Nordic String Quartet er føroyski violin úrmælingurin, Heiðrun Petersen. Umframt jólasangir og verk eftir Grieg og Carl Nielsen verður lagt upp til at framførslan eisini fer at hava ein føroyskan dám. Konsertin verður í donsku kirkjuni í Brússel mikukvøldið tann 29. november.