Føroysk Filmsfólk: Gerið íløgur í film - tað loysir seg

Bond framleiðslan, har Kalsoyggin er í miðdeplinum, fekk 200.000 krónur í afturbering. Ein upphædd oyramerkt til endurgjald til filmsframleiðslur. Høvdu vit havt møguleika at bjóða teimum enn størri upphædd, var møguleiki fyri fleiri upptøkum, og enn fleiri inntøkum til landið, sigur felagið Føroysk Filmsfólk

Tíðindaskriv
4. oktober 2021 kl. 21:36

James Bond hevur júst havt frumsýning í Føroyum og kring allan heim. Ein søgulig løta, tí hetta er fyrstu ferð, at James Bond hevur fingið stuðul úr Føroyum. Landið hevur, gjøgnum eina endurgjaldskipan hjá Filmshúsinum, sett pengar í eitt altjóða filmsvørumerki, og eksponerað Føroyar á besta hátt. 

Bond framleiðslan, har Kalsoyggin er í miðdeplinum, fekk 200.000 krónur í afturbering. Ein upphædd oyramerkt til endurgjald til filmsframleiðslur. Høvdu vit havt møguleika at bjóða teimum enn størri upphædd, var møguleiki fyri fleiri upptøkum, og enn fleiri inntøkum til landið.

Setið filmsjáttanina upp á tíggju milliónir krónur, og endurgjaldsskipanina upp á fýra milliónir krónur, so hevði verið ein upphædd á 14 milliónir krónur tilsamans til filmsgerð. Filmshúsið hevur áður skotið upp, at einki loft eigur at vera á afturberingini, ella at hon verður hækkað til fýra milliónir krónur. Ein tílík íløga er eisini við til at førleikamenna og skapa arbeiðspláss innan film her heima.

Í Íslandi er einki loft sett á endurgjaldið til filmsframleiðslur. Teirra skipan, ið er tann sama sum okkara, endurrindaði 52 milliónir krónur til films- og sjónvarpsframleiðslur. Afturfyri brúktu framleiðslufeløg 225 milliónir krónur til lønir, vørur og tænastur í Íslandi. Hetta er eitt einfalt roknistykkið, ið gevur risastórar inntøkur til landið. Henda skipanin hevur eisini verið við til at skapa førleikamenning og arbeiðspláss í Íslandi, so at tey í dag hava eina stóra egin framleiðslu - og eiga pláss á altjóða pallum innan filmslist.

Brúk fyri nýggjum arbeiðsplássum

Tað er stórur tørvur á at skapa nýggj og varandi arbeiðspláss innan filmsvinnuna.

Tað ber ikki til at servisera framleiðslur uttanífrá, ið leggja nógvar pengar í landskassan, uttan at hava dugnalig fólk, ið arbeiða burturav við filmi. Fólkini eru her, men tey noyðast at arbeiða aðrastaðni. Samstundis ber ikki til at framleiða okkara egna tilfar á altjóða støði, um vit ikki hava ráð at geva fólki løn.

Vit hava sum felag í fleiri ár ynskt at filmsjáttanin veksur skjótari. Tað fer at gera mun, og skapa tað mentanarliga og búskaparliga avkastið, sum liggur sum stórur møguleiki í filmsvinnu okkara.

Um vit eru djørv, og siga hetta er tað vit vilja, er hetta stuðul? Nei! Tær fýra milliónir krónurnar, ið fara til endurgjald til framleiðslur, verða ikki útgoldnar, fyrrenn feløgini hava lagt 16 milliónir krónur eftir seg í Føroyum. Tær tíggju milliónir krónurnar til filmsjáttanina, fara eisini aftur í landskassum via nýggj arbeiðspláss, lønir, mvg og keypsorku.

Og tá hava vit ikki tikið hædd fyri týdningin, sum filmar og sendurøðir hava fyri ferðavinnuna.

Tórshavn tann 3 okt. 2021

Vegna Felagið Føroysk Filmsfólk

Andrias Høgenni, Katrin Joensen-Næs, Anton Petersen, Jonas í Dali Wagner, Ingun í Skrivarastovu