Endamálið við árliga íleggjaratiltakinum í Siglufjørði, Norðanátt, er at styrkja íverksetaraumhvørvið í norður Íslandi og at stimbra fleiri íløgur í nýskapandi fyritøkur.
Nýskapanarhúsið í Tórshavnar kommunu, Hugskotið, varð boðið við til forvitnisliga tiltakið fyri at stimbra og styrkja um samstarvið innan íverksetan og nýskapan millum londini. Hugskotið greiddi á tiltakinum frá um altjóða ráðstevnuna í Føroyum, TONIK, sum Hugskotið hevur tikið stig til saman við føroysku vinnuframaskipanini. Harumframt var Harriet Olafsdóttir av Gørðum boðin við, at greiða frá um sína fyritøku Olafsdóttir.
Harriet er bóndi og íverkseti í Æðuvík og hevur á ein nýskapandi og sjarmerandi hátt víst, hvussu nýhugsan og kreativitetur kann nýtast í siðbundnu landbúnaðarvinnuni.
Harriet hevur síðani hon var heilt ung havt ein dreym um at gerast bóndi, men pápi hennara hevði lítlan hug at handa henni garðin, tí hann væntaði ikki at tað fór at løna seg at fara tann vinnuvegin. Men við at samantvinna landbúnað og ferðvinnuna og fáa tað besta burturúr báðum hevur Harriet prógvað, at tað ber væl til at vera bóndi og at liva av tí.
Tað at vera bóndi er so nógv annað enn bara at hava seyð, greiddi Harriet frá. Og í framløguni vísti hon á dømi við morreyða heimalambinum Elias, sum hevur givið stórar inntøkur, við at vera blómuprýdd modell á plakatum, sum eitt nú ferðafólk keypa. Ferðavinnan skapar nógvar møguleikar, vísti Harriet á, og tað ber til at virðisøkja seyðin og selja hann sum eina uppliving heldur enn bara eina ráðvøru.
Søgan hjá Harriet vakti stóran ans á tiltakinum í Siglufjørði, har hon við eini sera góðari og hugkveikjandi framløgu vísti á, at tað bara er kreativiteturin sum setur mørk. Satt at siga vann hon seg í hjørtuni á íslendsku áhoyrarunum, ið eftir framløguna flokkaðust um hana at spyrja nærri inntil hennara virksemi.
Frá tiltakinum í Siglufjørði
Og tað var serliga ein boðskapur, ið Harriet bar fram á tiltakinum, ið veruliga sat eftir í Siglufjørði - og tað var ótroyttu møguleikarnar, sum Harriet vísi á, at gera meira burturúr at selja seyð sum minnislut til ferðafólk.
Ferðafólk sum koma til Íslands hava hópin av møguleikum av keypa lundar sum minnislut vísti Harriet á. Og ofta eru minnislutirnir av lundunum ‘made in China’. Men hví ikki marknaðarføra og selja seyðin - sum ferðafólk jú síggja gangandi allastaðin - sum minnislut. Tað liggja stórir ótroyttir menningarmøguleikar í at marknaðarføra og selja seyðin betur, legði Harriet dent á.
Framløgan hjá Harriet var í einum gomlum sildavirki í Siglufjørði, sum í dag er eitt áhugavert og forkunnigt søgusavn, og eftir framløguna fingu luttakararnir á tiltakinum høvi at vitja básin hjá Harriet, har hon víst fram vælumtóktu postkortini og plakatirnar av blómuprýddu seyðunum úr Æðuvík.
Og gravgangurin eftir plakatum og postkortum var stórur, serliga var plakatin av Elias vælumtókt, ið vísir hvussu stóran týdning ‘storytelling’ hevur í ferðavinnuni.