Føroysk bókmentasøga á donskum

Hósdagin 21. september kemur stórt bókaverk út um føroyska bókmentasøgu

Eilen Anthoniussen
16. september 2017 kl. 07:55

Tá fyritøkan hjá Richard B. Thomsen á Tvøroyri var í mótvindi, setti hann seg at skriva skaldsøgur. So mikið væl gekst honum, at hann gjørdist metseljari í Danmark. Líka sum bygdamaður hansara Eilif Mortansson, ið gjørdist metseljari sum gentubókahøvundur. Hesar eru tvær av teimum sjáldsomu søgunum úr føroysku bókmentasøguni, ið kemur út á donskum 21. september 


Hósdagin 21. september kemur stórt bókaverk út um føroyska bókmentasøgu. Tað sermerkta við útgávuni er, at føroyska bókmentasøgan hendan dagin kemur út á donskum. Bókin hevur fingið heitið Færøsk litteraturs historie, og tað er Jógvan Isaksen, høvundur og granskari í bókmentum, ið hevur savnað og skrivað tilfarið til útgávuna.

Útgávan fevnir um at kalla alla føroysku bókmentasøguna, eisini tað slagið av skaldskapið, vit bólka undir skaldskap av mannamunni, og hetta fyrsta bindið viðger skaldskap frá 1298 til 1950. Eitt bind kemur so afturat, sum viðger tíðarskeiðið frá 1950 og fram til í dag.

– Tilfarið í útgávunum verður skrivað til útlendingar, og tað má ein hava fyri eygað, tá ein fer undir eitt slíkt verk. Tískil noyðist eg at avmarka meg, men aftast í bókini er eitt neyvt yvirlit við upplýsingum um, hvar ein kann leita sær meir vitan um høvundan ella evnið.

– Tað finst so evarska lítið útlendskt tilfar um føroyskar bókmentir. Okkurt yvirlit finst yvir føroyskar bókmentir og bøkur um einstakar høvundar, men eingin verulig bókmentasøga. Hendan útgávan er ætlað sum bókmentasøga, og ætlanin er at geva bókmentaáhugaðum í øðrum londum innlit í føroyska bókmentasøgu. At presentera føroyskan skaldskap fyri útheiminum. Bara í Danmark búgva 100 ferðir so nógv fólk sum í Føroyum, og spjaðir vitanin um føroyskar bókmentir, kann útbreiðslan blíva stór.


Áhugi fyri føroyskum bókmentum

Ítakið til at fara undir bókina, eigur Jógvan sjálvur. Hann hevði upprunaliga ætlanir um at geva verkið út á føroyskum í 1980 árunum, men kom ongantíð í gongd. Og tá nógv ár seinni ætlaði at taka arbeiðið uppaftur, og tað vísti seg, at Nám og Fróðskaparsetur Føroya vóru farin í holt við at geva út eitt verk í trimum bindum um føroyska bókmentasøgu, varð tann ætlanin slept.

– Men áhugin fyri Føroyum er stórur, og eg sjálvur fái javnan fyrispurningar her í Danmark um at koma og fortelja um føroyskar bókmentir. Eisini í Týsklandi, har áhugi er fyri mínum egnu krimibókum, merki eg ein stóran áhuga fyri føroyskum bókmentum sum heild.

Jógvan minnist Ebbu Hentze sálu siga, at vit sjálvi mugu gera tað, ið skal til fyri at onnur skulu læra um okkara mál og bókmentir. Vit kunnu ikki sita og bíða eftir at tað hendir.

– Nú hava vit so FarLit, og smátt um smátt eru ting farin at henda. Útlendingar fáa spakuliga eyga á aðrar føroyskar høvundar enn William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen, men tað tekur tíð, hóast vit hava virknar og dugnaligar høvundar sum eitt nú Jóanes Nielsen. Og hendan útgávan um føroyskar bókmentir á donskum er ein partur av tí arbeiðnum. At breiða vitanina um føroyskar bókmentir út til fleiri.


Munnligi skaldskapurin er týdningarmikil

Tað er ikki á hvørjum degi, at eitt slíkt bókaverk kemur út. Tað er tíðarkrevjandi og krevur eitt gott innlit í føroyskar bókmentir. Til dagligt starvast Jógvan Isaksen sum undirvísari á Københavns Universitet, har hann undirvísir í føroyskum máli og bókmentum. Harafturat hevur hann givið út smærri rit um føroyskar bókmentir á donskum.

– Ein stóran part av hesum tilfarinum havi eg ikki skrivað um fyrr. Tískil eri eg farin gjøgnum øll kvæðini, sagnirnar, ferðafrásagnirnar osfr. Upp ímóti okkara tíð, eigi eg tað allarmesta tilfarið sjálvur, so eg havi lætta atgongd til tilfarið. Tá eg var yngri, keypti eg alt, sum kom út í Gamla Bókhandli, umframt at eg arvaði eitt stórt savn av føroyskum útgávum eftir abba mín í Gøtu. Tað er bert okkurt smávegis av tí eldra, sum eg ikki eigi. Og tað hjálpir væl í arbeiðnum við bókini.

Bókin er býtt upp í brot um ávís tíðarskeið innan bókmentir og við styttri innleiðingum til hvørt brotið. Byrjað verður við kvæðunum, søgnunum og ævintýrunum, tvs. teir tekstirnar, ið verða bólkaðir sum ‘skaldskapur av mannamunni’. Tað er ikki altíð, at munnligar frásagnir sleppa upp í part í slíkum verkum um bókmentasøgu, tí tað verður mett, at tey eru niðurskrivað ov seint, í mun til tá tey vóru yrkt, og tískil ikki kunnu sigast at vera álítandi.

– Kvæðini, sum vit kenna tey í dag, eru niðurskrivað fyri 200 árum síðani, men tey eru 700 ára gomul, so vit vita ikki, hvat kann vera mist, ella um samanhangurin er rættur. Men her er tað mín meting, at tað er frægari at hava okkurt enn einki, tí tey eru okkara einasta íkast til altjóða bókmentir, og tí er neyðugt at hava tey við. Og so eru tey jú einastandandi Karlamagnusarkvæðini og Sjúrðarkvæðini.


Kingo og Hans Andrias Djurhuus

Bókmentasøgan er skrivað úr enda í annan. Tað verður byrjað við byrjanini: kvæðini, sagnirnar, ævintýrini osfr, tey berandi rákini innan listina vera eisini lýst, s.s. romantikkur, realisma og modernitetur, og síðani eru tað ymsu týðandi persónarnir, ið umboða ymsu rákini innan føroyskan skaldskap.

– Eg havi roynt at bólkað tilfarið á frægasta hátt. Onkur fær so ein kapitul fyri seg sjálvan, tí teir hava spælt ein so ómetaliga stóran týdning fyri føroyskan skaldskap. Ein er sjálvsagt Hans Andrias Djurhuus, sum hevur fingið ein kapitul fyri seg við navninum “Hverdagens digter”.

Sum nevnt hevur ein stórur partur av arbeiðnum við útgávuni verið at avmarkað seg. Ikki minst móti landamørkum. Tí tað er torført at viðgera føroyskar bókmentir, um ein ikki kann vísa á, hvaðani íblásturin er komin.

– Eitt nú hava vit fleiri rithøvundar í landinum, ið eru meir inspireraðir av amerikonskum lyrikarum enn føroyskum. Og skal eg so ikki nevna tað? Tá tú velur at skriva eina bókmentasøgu, er tað av praktiskum orsøkum, men tú mást eisini vísa á, hvaðani eitt ávíst rák kom.

Og tosa vit um ávirkan uttanífrá, er lítil ivi um, at barokyrkjarin Kingo er tann, sum hevur havt størsta ávirkan á føroyska bókmentasøgu.

– 250 ár seinni syngja vit enn Kingo, sum í so stóran mun ávirkaði bæði okkara heimsfatan og okkara kirkjusøgu. Kanska eg átti at gjørt meir burturúr honum, men sum sagt – ein má avmarkað seg onkunstaðni. Vil man vita meira um Kingo, so finst fitt av tilfari um hann á donskum.


Skrivaði fyri at bjarga fyritøkuni

Umframt at viðgera væl kendu rákini, listafólkini og verkini, viðgerð høvundin eisini nøkur onnur áhugaverd og minni kendar hendingar og persónar í okkara bókmentasøgu.

– Móti endanum av útgávuni havi eg tikið tveir høvundar við, sum skrivaðu á donskum: Eilif Mortansson og Richard B. Thomsen. Teir fingu báðir tveir rættiliga løgnar lagnur. Eitt nú var Richard B. Thomsen handilsmaður og reiðari á Tvøroyri, og tá virkið ikki gekk so væl undir krígnum, setti hann seg at skriva skaldsøgur fyri at bjarga virkinum og gjørdist metseljari í Danmark.

Eilif Mortansson var eisini ættaður av Tvøroyri og fór til Danmarkar at útbúgva seg innan skógrøkt. Hann endaði sum gentubarnabókahøvundur, og undir navninum hjá konuni gjørdist hann somuleiiðis metsøluhøvundur í Danmark. So mikið væl umtóktar vóru bøkurnar, at tær vóru týddar til fleiri mál. Tær væl umtóktu Susy-bøkurnar vóru tær mest seldu bøkurnar í Fraklandi í fyrru helvt av 1960 árunum.

– Søgurnar um Eilif Mortansson og Richard B. Thomsen eru dømi um tvær óvanligar lagnur og tveir føroyskar høvundar, sum kláraðu seg væl, men sum sum vit sjáldan hoyra um. Bøkurnar vera lítið lisnar í dag, men tær vóru nógv lisnar í 1950 árunum, og bøkurnar hjá Richard B. Thomsen vóru í Føroyum seldar í vanligum handlum.


Føroyar eru við í rákinum

Jógvan Isaksen vísir brotinum um Richard B. Thomsen á, at tað eru komnar so fáar skaldsøgur út á føroyskum í mun til yrkingar. Ein vøra, sum okkum framvegis leingist eftir. Fram til í dag eru ikki meir enn 100 skaldsøgur komnar út á føroyskum og 20, ið eru skrivaðar á donskum máli.

– Hví tað er so soltið við føroyskum skaldsøgum, er torført at svara uppá. Jens Pauli Heinesen letur ein persón í Yrkjarin úr Selvík siga, at orsøkin til fáu føroysku skaldsøgurnar er, at føroyskir høvundar eru so dovnir. Hetta er neyvan satt. Men ein frágreiðing kann vera, at okkara søga hvílir á munnliga skaldskapin. Vit hava eina ríka mentan innan at yrkja, vit hava nógvar tættir, og vit hava gjørt nógv við at senda drunn til dømis.

Og ein týðandi partur av føroyskari bókmentasøgu er jú sjálvt málið, sum væl inn í 20. øld, varð skrivað á donskum. V.U. Hammershaimb, faðirin at føroyska skriftmálinum leggur í 1891 dent á, hvussu ómetaliga stóran týdning náttúran hevur fyri føroyskan skaldskap. Við føroyska skriftmálinum vóru orð sett á okkara náttúrliga umhvørvi við firðum, hagum og skiftandi veðurlagi.

– Tað er ikki líka mikið, hvar ein yrking ella ein skaldsøga er yrkt. Tú sleppur ikki undan náttúruni og veðurlagnum, sum tú ert umringað av í Føroyum. Tað sæst t.d. týðiliga aftur í føroyskari málningalist. Hetta er eitt serstakliga áhugavert og viðkomandi evni innan modernaða staðteori, nú rákið er at fara ímóti globaliseringini og í staðin at søkja móti tí lokala og upprunaliga.


Framløga á Reinsarínum

Færøsk litteraturs historie telur tilsamans 470 bls. Og verður fyrst og fremst útgivin í Danmark og verður sjálvandi eisini til keyps í Føroyum.

– Hon er ætlað sum eitt verk, sum letur upp inn í føroyska bókaheimin. Hon er fyrst og fremst hugsað sum eitt uppslagsverk til bókmentaáhugað í hinum norðurlondunum, men tað kundi sjálvsagt eisini verið hent hjá fremmandafólki í Føroyum at fingið fatur í bókini.

Bind tvey er longu ávegis, og kemur væntandi á gøtuna um hálvtannað ár ella so. Tá verður tað Jens Pauli Heinesen, ið verður fyrsti høvundurin, og tá fara vit eisini at síggja meir til kvinnurnar í føroyskum bókmentum, sum av álvara komu við í seinnu helvt av 20. øld.

Bókin verður løgd fram í samstarvi við forlagið Sprotan á “Orð og tónar” tann 21. september í Reinsarínum í Havn.