Í dag kemur Sverris søga út á føroyskum á fyrsta sinni. Forlagið HEMLIÐ gevur bókina út.
Sverris søga er ein kongssaga um Sverra Sigurðsson, sum vaks upp síni barna- og ungdómsár í Kirkjubø. Sverri var Noregis kongur frá 1177-1202.
Fimm ára gamal kom Sverri til Føroya og varð fostraður upp hjá Róa biskupi í Kirkjubø, sum “setti hann til bókina og gav honum vígslur, so hann varð vígdur til prest.”
Unas, sum var beiggi Róa, giftist Gunnhild, móður Sverra. Sverri var 24 ár, tá ið mamma hansara kom til Føroya úr Noregi og segði honum, at Unas ikki var faðir hansara, men at tað var Sigurð Munn, ið gjørdist kongur í Noregi í 1136. Sverri var í Føroyum í eitt ár, áðrenn hann fór til Noregs. Tá byrjaði drúgva stríð hansara at vinna ræði á landinum.
Sverri gjørdist oddamaður á einum hermannabólki, ið kallaði seg birkibeinar, og teir gjørdust kjarnin í heri hansara at vinna ræði á mótstøðumonnunum, fram um allar Magnusi kongi og Erlingi Jalli.
Í øðrum evropiskum londum var vanligt, at kongar og aðrir mætir menn fingu skrivað søgu um seg. Soleiðis var eisini við Sverra kongi. Fyrsti parturin av bókini, sum verður kallaður Grýla, hevur íslendski abbatin Karl Jónsson skrivað, meðan Sverri sjálvur sat hjá og gjørdi av, hvat ið skrivast skuldi. Seinni parturin av søguni er skrivaður “eftir frásøgn frá monnum, sum sjálvir hava hugsað at hava sæð ella hoyrt um tað, sum hendi”.
Hetta er trý og tjúgunda útgávan hjá forlagnum HEMLIÐ í føroyskari týðing. Eilif Samuelsen týddi.
Sverris søga kemur út á 90 ára føðingadegi týðarans.
Heiðursgáva landsins fall Eilifi Samuelsen í lut, tá ið Mentanarvirðislønir landsins 2023 vórðu handaðar. Heiðursgávan er latin umsetaranum fyri arbeiðið at flyta klassiskar heimsbókmentir á føroyska tungu.
Bókin er 260 bls og fæst til keyps í øllum bókabúðum og á www.hemlid.fo