Føroyingur stjóri í kreppuraktum grønlendskum reiðaríi

Jeffri Jógvansson Johannesen er, sambært grønlendska miðlinum Sermitsiaq.ag, blivin partaeigari – og eisini stjóri – í kreppurakta grønlendska fiskivinnufelagnum Iluliaq Seafoods as

Sveinur Tróndarson
25. november 2020 kl. 11:19

Grønlendska felagið, Iluliaq Seafoods, hevur fingið nýggjan stjóra – og nýggjan partaeigara.

Tað er Jeffri Jógvansson Johannesen, úr Lamba, ið er blivin partaeigari í grønlendska fiskivinnufelagnum, sum sambært Sermitsiaq hevur havt trý fíggjarliga tung ár.

Í 2017 hevði felagið hall uppá 1,5 milliónir krónur, árið eftir var hallið 3,8 milliónir krónur og í fjør var hallið 8,3 milliónir krónur, tað vil siga, at samanlagt hevur felagið havt umleið 13,5 milliónir krónur í halli seinastu trý árini.

Skuldin í felagnum er 46,5 milliónir krónur og tí eru tað í grundini kreditorarnir hjá Iluliaq Seafoods, sum gera av, um felagið sleppur at halda fram.

Tað er umvegis felag sítt, spf. Barid Vágar, at Jeffri Jógvansson Johannesen er vorðin partaeigari í grønlendska felagnum, skrivar Sermitsiaq. Í tí sambandi er tað áhugavert, at føroyska felagið ikki er so øgiliga nógv betur fyri fíggjarliga enn grønlendska felagið. Eginpeningurin í spf. Barid Vágar var negativur við 7,7 milliónum krónum í 2019, og tað er á leið hallið, sum tað hevur verið seinastu trý árini.

Iluliaq Seafoods as hevur verið nokkso nógv frammi í grønlendskum miðlum seinasta árið. Skipið hjá felagnum, Narluneq, sum var umvælt í Føroyum tvey ár frammanundan, sakk nærhendis Qaqortoq í september í fjør.  

Felagið fekk í 2019 nýggjar eigarar, tá spanska felagið Worldwide Fishing Company SL kom uppí, og hóast tað felagið kom við einum skipi, varð tað ongantíð góðkent til fískiskap í Grønlandi.

Nú er spanska felagið farið burtur úr aftur, og føroyska felagið komið inn ístaðin. Tað er Kim Høegh-Dam, sum er høvuðseigari í grønlendska felagnum.