Føroyingur í Nuuk: Her hevur verið ruðuleiki til tíðir

Stórur partur av grønlendska høvuðsstaðnum hevur ligið í streymloysi í nakrar dagar í hesi vikuni. Jákup Dánialsson Jensen, sum býr í Nuuk, sigur, at ruðuleiki hevur staðist av streymloysinum, men tíbetur hevur alt spælt væl av.

Sigurjón Einarsson
3. desember 2021 kl. 15:35

Orsøkin til fleiri og til tíðir umfatandi streymslit seinastu dagarnar í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, er nú funnin.

Sambært stjóranum í orkufelagnum Nukissiorfiit, Kaspar Mondrup, er tað ein strongur, ið bindur streymkáplar saman, sum er illa trevsaður av elli. Hetta hevur ført við sær, at káplar eru losnaðir og stoyta saman, ið hevur lagt Nuuk í streymloysi í fleiri umførum hesa vikuna.

Hesir káplar skulu nú skiftast, men væntandi verður streymurin óstøðugur í grønlendska høvuðsstaðnum komandi vikurnar, væntar stjórin í Nukissiorfitt, Kasper Mondrup, sambært Sermitsiaq. AG.

Fyri Jákup Dánialsson Jensen, ið til dagliga arbeiðir í einum KT-felag í Nuuk, hevur støðan verið ørkymlandi hesa vikuna – hóast alt hevur spælt væl av vegna streymloysi.

– Tað byrjaði mánakvøldið. Týsdagin høvdu vit ongan streym í 17 tímar og mikumorgunin byrjaði eisini við, at streymurin fór, so tað hevur verið rættiliga frustrerandi hesa vikuna

Týsdagin var mestum einki telefonsamband kring Grønland, og internetið var eisini óvirkið stóran part av degnum. Tá valdaði ruðuleiki í grønlendska høvuðsstaðnum eina løtu, sambært Jákupi.

– Spyrt tú meg, so var støðan kritiskt týsdagin. Um fólk vóru í neyð, so skuldu tey fara út og tumla eftir løgregluni ella sløkkiliðsfólki, men tíbetur spældi alt væl av, hóast vit høvdu storm her mikudagin. Tað hevur tíbetur heldur ikki verið so kalt seinastu dagarnar, sigur Jákup Dánialsson Jensen, sum er ættaður úr Saltangará.

Grønlendska løgreglan hevur havt tríggjar bilar úti allatíðina, tá eingin streymur hevur verið, so fólk kunnu vinka til bilarnar, um okkurt skuldi hent, men alt hevur spælt væl av, skriva grønlendskir miðlar.

Hósdagin mælti løgreglan í Grønlandi íbúgvunum í Nuuk til at spara streym, so trýstið ikki gjørdist ov stórt á neyð el-verkið í býnum, men arbeiðsplássið hjá Jákupi hevur sín egna generator í kjallaranum, sum starvsfólkið hevur notið gott av.

– Fleiri av okkara starvsfólkum hava tikið alla familjuna við á kontórið, so vit hava havt ljós, hita, internet og ein góðan kokk, sigur Jákup smílandi, sum bara vónar, at streymurin ikki spælir eitt puss leygardagin.

– Eg og ein annar NSÍ-ari hava avtalað at hyggja eftir steypafinaluni millum NSÍ og B36, og eftir dystin fara føroyingar í Nuuk at halda jólafrokost, so vit satsa upp á eitt gott kvøldi, sigur Jákup Dánialsson Jensen úr Nuuk.