Carol og Poul Joensen hava síðani 1997 virkað ímillum Sorimi fólkið í Papua Nýguinea. í 27 ár hava tey ótroyttiliga arbeitt við at vera Jesus hendur og føtur millum Sorimi fólkið. Tá tey fyri gott 10 árum síðani noyddust tey at flyta til Onglands, helt arbeiðið fram at umseta skriftina til Sorimi, og í august í ár handaðu tey Sorimi fólkinum fyrsta eintak yvirhøvur av Nýggja Testamenti. Hetta var ein stórhending fyri Sorimi samkomuna, og sanniliga ein varði í føroyskari trúboðanarsøgu.
Carol skrivar á sínum Facebook vanga:
So er Nýggja Testamenti handað Sorimi fólkunum.
Í 27 árini hava vit tænt Sorimi fólkunum, í gleði og avbjóðingum. Og vit kunnu við sannføring siga, at Gud hevur víst sín kærleika og trúfesti fyri okkum og Sorimi fólkinum.
Tríggjar tær seinastu vikurnar í Sorimi var høvi at eggja teim trúgvandi at liva trúarlívið, og vit gleddust saman við teimum. Afturat mongu praktisku uppgávunum veittu vit eisini fleiri fólkum heilsuhjálp. Dagarnir vóru langir, men ein sonn signing at kunna vera í Sorimi sum familja og at uppliva Sorimi samkomuna.
Orð kunnu ikki lýsa dagin 15. august. Nakrir av vinum okkara komu inn við flúgvara at hátíðarhalda, at Nýggja Testamentið var liðugt. Sorimi fólk dansaðu ein gamlan siðbundnan dans, tá flogfarið lendi, og sungu síðani ein kristnan sang. Síðani greiddi Sorimifólkið frá, hvussu lívið var, áðrenn tey kendu Orð Guds, til tey nú við takksemi tóku ímóti Nýggja Testamenti á teirra móðirmáli. Við stórari gleði bleiv Nýggja Testamenti handað hvørjum einasta trúgvandi. Gleðin var eyðsýnd. Summi góvu klemm, onnur greiddu frá síni gleði við orðum, og hjá øðrum lýsti gleðin á andlitunum.
Tað var ein serstøk løta sunnudagin 18. august, tá fyrsta møtið var, har øll brúktu sínar nýggju bíbliur. Og dagarnar eftir vóru nógvar góðar løtur, har vit tosaðu um týdningin av at halda seg til Orð Guds.
Tann 22. august søgdu vit farvæl við blandaðum kenslum, og vit prísa Gudi fyri ALT, Hann hevur gjørt hesi seinastu árini, og vit gleðast um, at tað bar til hjá okkum at uppliva hesar síðstu tríggjar vikurnar saman við okkara Sorimi vinum. (Vit ætla at halda á at vitja tey).
Martin Lamb, beiggi Carol, var við til handanina. Hann og Carol eru vaksin upp í Papua Ný Guinea, har foreldur teirra virkaðu sum trúboðarar. Hann skrivar so: “Tað var eitt satt upplivilsi at síggja gleðina sum lýsti av øllum. Úttrykkini av kenslunum vóru eyðsædd, tá Nýggja Testamentið bleiv handað teim trúgvandi, og Joensen familjan bleiv umfevnd við tøkk fyri at hava halgað lívið til at tæna Sorimi fólkunum.
Biðið fyri hesari vaksandi samkomuni, at teirra hungur eftir orðið Guds skal halda á, umframt hugurin at læra at lesa teirra egna móðurmál.
Niðanfyri er ein myndarøð. Carol og Martin eiga myndirnar.