Føroyingur dømdur fyri kynsligan ágang

Ein rættur í Wrexham í Wales hevur dømt ein føroying á universitetinum fyri at hava verið nærgangandi móti einum øðrum lesandi

Ingi Samuelsen
4. juni 2018 kl. 10:09

Ein føroyskur lesandi er í rættinum Wrexham Matistrates Court í Wrexham í Wales dømdur tvær ferðir fýra vikur í fongsli fyri at hava gjørt seg inn á ein annan lesandi á einum næmingaheimi í Wrexham.

Føroyingurin skal hava gjørt seg inn á kvinnuna, sum búði í grannaíbúðini í studentabýlinginum Plas Coch, skrivar walisiski miðilin The Leader.

Fongulsboð eru send út eftir føroyinginum, men vónirnar um at finna hann eru ikki stórar, tí hildið verður, at hann er fluttur heim aftur.

Tað var í oktober í fjør, at føroyingurin í fyllskapi hevði kitla kvinnuni um nakkan, og lagt hondina á lær hennara, hóast hon hevði gjørt vart við, at atburður hansara var ópassandi, hevur hon greitt rættinum frá. Hetta hendi meðan hon sat á eini sofa í einum felagshøli.

Ein líknandi hending var aftur farin fram í november mánaði, hesaferð var føroyingurin eisini rúsdrekkaávirkaður, og tá gjørdi kvinnan av, at klaga hann fyri universitetinum.

Dómarin dømdi føroyingin fýra vikur í fongsul fyri hvørja av hendingunum umframt 150 pund í endurgjaldi til kvinnuna. Hann kann rokna við at verða fongslaður næstu ferð hann setur fótin á bretska jørð, varð upplýst, sambært The Leader.