Føroyingar vera talgildir um hálva aðru viku

Tann 27. oktober ber til hjá føroyingum at fáa sær Samleikan, sum nýggi føroyski talgildi samleikin eitur. Tá ber eisini til at fáa atgongd til nýggja tænastuportalin, sum hevur fingið heitið Vangin, har tað á einum stað verður atgongd til almennu tænasturnar

Sveinur Tróndarson
17. oktober 2020 kl. 11:05

Seinastu árini hevur verið arbeitt við at gera ein talgildan føroyskan samleika. Arbeiðið byrjaði so smátt í 2015 og í 2017 var arbeiðið kjølfest í lóg.

Nú er arbeiðið komið so langt, at tað um hálva aðru viku fer at bera til hjá føroyingum at fáa sær Samleikan, sum er tann fyrsti og størsti parturin av stóru verkætlanini, sum ber heitið Talgildu Føroyar.

Dimmalætting hevur verið og tosað við Nicolai Mohr Balle, sum er verkætlanarstjóri fyri Talgildu Føroyar, og hann greiðir frá, at arbeiðið er komið so langt, at latið verður upp tann 27. oktober.

- 100 brúkarar hava í eina tíð royndarkoyrt skipanina, og alt sær út til at rigga sum tað skal, sigur Nicolai Mohr Balle.

Upprunaliga var mett, at talgildingin fór at kosta 150 milliónir krónur, sum skuldu fíggjast av landi og kommunum, men ein ósemja millum partarnar, sum skuldu gjalda, hevði við sær, at kommunurnar ikki vildu gjalda sín part. Tað hevur aftur havt við sær, at ávísir partar av verkætlanini eru útsettir.

Tað er føroyska KT-fyritøkan Klintra, sum saman við Føroya Tele hevur ment talgilda samleikan.

Greinin kann lesast í blaðnum, sum fæst í sølubúðunum, og hon kann eisini lesast í haldarapartinum her á dimma.fo.