Klokkan 17 verður fyrsta bríksl í Berlin, tá ið Føroyar fara at spæla fyrsta EM endakappingardystin yvirhøvur fyri A-landslið.
At vera við í endaspæli er ikki ókent fyri føroysku spælararnar. Nógvir hava verið við í HM og EM endaspølum fyri yngru landsliðini.
At tað eru so nógvir føroyskir áskoðarar, sum tað í kvøld vera í Mercedes-Benz Arena í Berlin, hava teir á føroyska landsliðnum ikki upplivað áður.
Nógvir av føroysku áskoðarunum eru savnaðir í Kreuzberg Festsaal. Tað eru umleið 20 minuttir at ganga til høllina, har dysturin verður klokkan 17.
Tað er seitt lítið lot og turt og -1 hitastig í Berlin í dag.
Sum tað sæst á myndunum, so eru teir fleiri enn 4000 føroysku áskoðararnir av álvara við til at seta dám á týska høvuðsstaðin í dag.
Her eru tað foreldrini hjá málverjanum Paula Jacobsen, Katrin Joensen og Zakarias Jacobsen, sum eru á veg at síggja sonin og liðfelagar hansara spæla ímóti Slovenia.