Føroyingar samla pengar inn til neyðstødd í Grindavík

Bygdarfólkið er farið heimanífrá kjalarvørrinun á eldgosinum

Mynd: Icelandic Red Cross
Áki Bertholdsen
17. januar 2024 kl. 09:18

Reyði Krossur í Føroyum heitir nú á føroyingar um at hjálpa teimum, sum eru rikin frá húsi og heimi í íslendsku bygdini, Grindavík, í kjalarvørrinum á eldgosinum har.

Íslendski Reyði Krossur hevur stovnað eina innsavning í bráðskundi fyri at hjálpa teimum, sum eru rakt av eldgosinum í Grindavík.

Reyði Krossur í Føroyum sigur, at síðani fólkið í Grindavík varð flutt úr býnum, hevur Íslendski Reyði Krossur hjálpt eitt nú við bráðfeingisskjóli, fyribils leigubústaði, sálarligum stuðli og peningaligum stuðli til tey, ið hava ilt við at gjalda eyka leiguna, ella ikki fingu klæðir, mat og annað neyðugt við sær, tá tey vórðu flutt úr Grindavík.

Reyði Krossur í Føroyum sigur, at teir føroyingar, sum vilja stuðla arbeiðinum hjá Íslendska Reyða Krossi í hesum sambandi, eru vælkomin at flyta upphædd á konto hjá Reyða Krossi, og viðmerkja “Ísland”.

Bæði fólk og fyritøkur eru hjartaliga vælkomin at lata stuðul og leiðbeinging um, hvussu stuðulin kann latast, er á heimasíðuni hjá Reyða Krossi, og tað er at síggja á: https://redcross.fo/studla/

Fólk kunnu eisini skipa fyri síni egnu innsavning og heimasíðuni hjá Reyða Krossi er eisini ein leiðbeining um, hvussu fólk skulu bera seg at í tí sambandi, og tað er at síggja á: https://redcross.fo/egin-innsavning/