Føroyingar rigga av í Berlin

Men teir eru nógvi føroyskir áskoðarar, sum framvegis sita í høllini, har Norra og Slovenia nú fara at spæla

Jonhard Hammer
15. januar 2024 kl. 19:40

Føroyski leikluturin í EM endaspælinum í Týsklandi og í Berlin er av. Føroyska landsliðið og stóra og mælska áskoðarafjøldin fer til hús í morgin.

Kortini eru tey fleiri, sum framvegis eru í Mercedes-Benz Arena. Tey fylgja við í dystinum millum Norra og Slovenia, sum spæla um, hvussu nógv stig hesi bæði liðini skulu hava við sær í millum spæli, sum seinni í vikuni verður í Hamburg.