Føroyingar misnýttu nógvar møguleikar

Rumenski málverjin bjargaði aðru hvørja ferð, tá ið føroysku spælararnir spældu seg til upplagdar møguleikar í Bukarest

Jóannes Hansen
11. mars 2023 kl. 17:16

Tað var hørð lending, tá ið unga føroyska landsliðið í hondbólti í dag royndi seg í Rumenia. Mikukvøldið vunnu Føroyar 30 – 28 á heimavølli ímóti Rumenia. Í dag segði Rumenia av álvara takk fyri seinast. Rumenia vann 25 – 17, og tað er einki at ivast í, at føroysku spælararnir iðra seg um laka úrslitið.

At Rumenia skoraði 25 mál er sín søk, hóast verjan ikki var so góð í dag, sum hon var mikukvøldið. Nicholas Satchwell bjargaði 14 av 39 royndum. Tó var tað ein stórur trupulleiki, at rumensku spælararnir so ofta fingu returbóltarnar og skoraðu.

Merkisvert var tað, at tað bara eydnaðist føroyingunum at skorað 17 mál. Tí álopsspælið var á einari leið. Trupulleikin var, at rumenski málverjin av álvara spældi seg upp, eftir at tað mikukvøldið ikki gekk so væl.

Føroyingarnir spældu seg til eina rúgvu av uppløgdum møguleikum, men í 15 av 31 ferðum bjargaði Ionut Ciprian Iancu í rumenska málinum.

Støðan í hálvleikinum var 14 – 10, og tá sá tað framvegis út til, at tað kundi eydnast at skapa spenning. Føroyar góvu bóltin upp í seinna hálvleiki, og tá var ein rumenskur spælari uttanfyri í tveir minuttir. Munurin minkaði til 14 – 11, men so setti Rumenia tingini upp á pláss, og at tað gekk so striltið við at skjóta mál bar við sær, at unga føroyska liðið ikki megnaði at vísa spæligleðina, sum tað annars hevur verið eyðkent fyri at vísa.

Ungi VÍF spælarin Hallur Arason var síðstu lítlu løtuna fyri fyrstu ferð á landsliðnum, og hann skoraði síðsta føroyska málið.

Føroyar hava framvegis møguleika at vinna seg í EM endaspælið. Tað verður úrslitið í heimadystinum ímóti Ukraina, ið verður avgerandi.


Rumenia – Føroyar 25 – 17 (14 – 10)

EM undankappingardystur í Bukarest

Leygardagin 11. mars 2023 kl. 16.00

Føroyar: Hákun West av Teigum 4, Rói Berg Hansen 2, Elias Ellefsen á Skipagøtu 2, Theis Horn Rasmussen 2, Tróndur Mikkelsen 2, Leivur Mortensen 2, Óli Mittún 1, Helgi Hildarson Hoydal 1, Hallur Arason 1, Allan Norðberg, Pætur Mikkjalsson, Jonas Gunnarsson Djurhuus, Peter Krogh, Pauli Mittún

Nicholas Satchwell 18/41              35,9%

Aleksandar Lacok