Føroyingar kunnu saktans kappast við Hollywood

Føroyskir og íslendskir filmar kunnu gera tað sera gott kring heimin, metir íslendski leikstjórin Hlynur Pálmason

Sigmund Vang
9. mars 2018 kl. 13:15

Leikstjórin Hlynur Pálmason var gestadómari til ársins Geyta. Hann metir, at føroyskir og íslendskir filmar kunnu gera tað betri kring heimin, enn hvat ið filmar úr Hollywood kunnu

 

– Tað følist undarliga vælkent at vera í Føroyum. Tað følist sum um, at eg kenni bæði fólkini og landið, sigur Hlynur Pálmason. Íslendski leikstjórin, ið í løtuni verður sera nógv umrøddur í sambandi við hansara fyrsta spælifilmi, Vinterbrødre, var herfyri í Føroyum sum gestadómari til ársins Geyta. Samstundis nýtti leikstjórin høvið til at bæði síggja annan føroysk film og at gera egnar filmsupptøkur.

Vinterbrødre hevur longu vunnið fleiri virðislønir í ár, millum annað níggju av væl kendu, donsku filmsvirðislønunum Robert. Filmurin vann millum annað virðislønirnar fyri besta film, besta leikstjóra, besta sjónleikara (Elliott Crosset Hove) og besta kvinnuliga hjáleikara (Victoria Carmen Sonne).

Beiggjarnir Emil (Crosset Hove) og Johan (Simon Sears) eru høvuðspersónarnir í Vinterbrødre. Teir báðir arbeiða í einum donskum námi. Umhvørvið, bæði á og undir jørðini, gerast ein sera týdningarmikil partur av filminum gjøgnum litir, tað skitna og larmandi arbeiðið og ta viðhvørt stuttligu, viðhvørt harðligu samveruna beiggjarnar og starvsfólk millum. Emil ger heimabryggj burtur úr stolnum kemikalium, men rávørurnar koma knappliga til at skapa trupulleikar fyri beiggjarnar báðar.

Mynd úr filminum Vinterbrødre eftir Hlyni Pálmasyni. Filmurin vann ikki færri enn níggju av donsku Robert-virðislønunum í ár. Mynd: Hlynur Pálmason

Kunnu væl kappast við størri filmstjóðir

Forteljararøddin hjá Hlyni Pálmason er ikki snórabein, myndirnar eru kornutar og ráar, hann nýtir litir á sera gjøgnumhugsaðan hátt, og fólkini, ið vit hitta í Vinterbrødre, eru samansett og sera menniskjalig.

Alt í alt hevur filmurin higartil fingið meira enn 20 altjóða virðislønir.

– Vit eru fá fólk í okkara londum, so eg trúgvi ikki, at vit hava ein stóran marknað fyri listafilmar. Tí kunnu vit nokk ikki selja líka nógv atgongumerkir, sum teir størstu filmarnir gera í okkara londum, sigur Hlynur Pálmason.

– Men eg haldi, at okkara filmar kunnu gera tað betri enn filmarnir úr Hollywood kunnu í útlondum, sigur Hlynur og vísir á, at Vinterbrødre longu er seldur til meira enn tjugu lond.

Samstundis snýr alt seg sjálvandi ikki um pengar. Hvussu langa livitíð fær ein filmur? Hlynur nevnir filmskaparar sum danin Carl T. Dreyer og sviin Ingmar Bergmann, ið gjørdu filmar, sum enn í dag hava skarar av hyggjarum. Hvussu nógvir av teimum filmunum, ið koma og fara í Havnar Bio ella Atlantis, fara fólk hinvegin framvegis at leggja nógv í um hundrað ár?

– Eg sigi ikki, at Vinterbrødre verður sum filmarnar hjá teimum. Men nútíðarligir filmar, ið eru persónligir, fáa eina longri livitíð! Og eg haldi, at teir fara at seta dám á framtíðina hjá filminum.

 

Vegurin hartil og aftur aftur

Hlynur Pálmason var sum gestadómari við til at geva filminum 111 góðum døgum eftir Trygva Danielsen ársins Geyta. Hann ásannar, at hann nokk hevði væntað, at filmarnir, ið luttóku á Geytanum, sum heild vóru á einum hægri stigi. Men hann vísir samstundis á, at nógvir føroyskir leikstjórar í løtuni arbeiða við filmum, sum ikki eru við í kappingini.

– Eg haldi, at Geytin er ein øgiliga góður festivalur, og at tit gera góðar filmar her. Tað var áhugavert at síggja stuttfilmarnar, og onkrir av teimum, ið hava gjørt filmarnar, eru jú eisini sera ung, sigur Hlynur.

– Tað virkar sum um, at nógv hendir. Tí haldi eg tað vera sera týdningarmikið, at føroysku myndugleikarnir gera eitt grundarlag fyri filmsframleiðsluna. Filmur er ein týdningarmikil partur av mentanararvinum.

Hlynur Pálmason metir, at okkara felags tilvera sum oyggjafólk, ið eru von við at fara uttanlands fyri at lesa og arbeiða, kann vera bæði ein fyrimunur og ein avbjóðing.

– Tað er umráðandi hjá føroysku filmskaparunum at samstarva við útlendskum filmskaparum fyri at skapa stórætlaðar verkætlanir, sigur Hlynur Pálmason.

– Nógv hendi í Íslandi, tá ið vit fóru út í heim og skapaðu samstarv. Tað vant uppaftur meira upp á seg, tá ið vit fingu fíggjarligan stuðul úr ES. Filmarnir gjørdust meira stórætlaðir, sigur hann.

– Bæði íslendingar og føroyingar hava eina serliga orku. Men tað er umráðandi, at vit fara út og síggja heimin, áðrenn vit koma heim og gera film um støðini, haðani vit koma. Tað mest týdningarmikla er tó, at føroyskir leikstjórar gera film á føroyskum.

Mynd: Hlynur Pálmason

Filmar í Føroyum

Tá ið Geytin var latin og Tórshavnar Filmsfestivalur farin av bakkastokki í farnu viku, fóru Hlynur og tveir starvsfelagar út at filma kring landið. Hlynur hevur eina ætlan um at gera film í Føroyum, men vil fyribils ikki siga nógv meira enn sum so um ætlanina.

– Tað er ov tíðliga at tosa um tað. Ætlanin er ov viðkvom, sigur Hlynur.

– Tað er sum um, at eg noyðist at arbeiða í Føroyum og at samstarva við føroyingar.

Pálmason er nú fluttur heim til Íslands, eftir at hava búð níggju ár í Danmark. Leikstjórin skal har gera sín annan spælifilm, ið fyribils hevur heitið ”A White, White Day”, ella ein hvítur, hvítur dagur á føroyskum. Hlynur Pálmason hevur brúkt fleiri ár upp á at gera fyrstu myndirnar til filmin fullkomnar.

Hlynur Pálmason, leikstjóri, var í seinasta viku í Føroyum sum gestadómari til Geytan. Hann nýtti samstundis høvið til at filma her sum fyrireiking til ein komandi film. Mynd: Sigmund Vang

 

Pengar skulu til

Ein afturvendandi spurningur í mun til spírandi filmsframleiðsluna í Føroyum er, hvaðani pengarnir skulu koma. Í langa tíð er tað víst á, at fleiri pengar og størri møguleikar mugu til, um filmur skal kunna gerast ein uppaftur týdningarmiklari partur av føroyska mentanarlívinum. Upphæddin, ið Filmsgrunnurin bjóðar út árliga, er eisini støðugt hækkað, nakað, ið núverandi samgongan eisini lovaði skuldi henda: 2,3 milliónir krónur, ið skulu býtast millum fleiri verkætlanir, eru settar av til endamálið í fíggjarlógini fyri 2018. Kann henda upphæddin væntast kunna skapa eina vinnu, ið kann vera sjálvbjargin?

– Trupulleikin er, at um so fáir pengar eru í at gera film, so kunnu leikstjórarnir ikki liva av tí. Kanst tú ikki liva av tí, so eru tað bert ung fólk, ið ikki hava børn, ið fara at gera film, metir Hlynur. Og júst týdningurin av tí, at fjølbroyttar røddir skulu sleppa framat, er nakað, sum íslendingurin áður hevur víst á.

– Líka mikið um tú ert kvinna við trimum børnum ella maður við tveimum, so er tað týdningarmikið, at man hevur eitt breitt úrval av røddum. Tí má eitt fíggjarligt grundarlag vera upp á pláss, sigur hann.

Pengar verða tó eisini ein avbjóðing, tá ið Hlynur kemur aftur til Íslands. Í Íslandi er tað ikki gjørligt at fáa kunstnaraløn, um tú ert filmskapari.

– Tað er sera gamaldags. Vit vóna at fáa gjørt nakað við tað, sigur hann.

 

111 søgur av sama slagi

Bæði Vinterbrødre hjá Hlyni Pálmasyni sjálvum og 111 góðar dagar, filmurin, sum íslendski leikstjórin var við til at geva ársins Geyta, eru filmar, ið ikki nýta snórabeinar søgugongdir. Tó metir leikstjórin sjálvur, at tað bert snýr seg um eitt slag av søgugongd, ið beinleiðis eigur at fylgja sínum egnum snóri.

– Nógvir filmar eru alt ov eins og fylgja teimum somu uppskriftunum. Hesar uppskriftir líkjast bókmentum heldur enn filmi, heldur leikstjórin.

Um formin, sum Geytin hevur, og sum Dimmalætting umrøddi í seinasta blað, og sum vit spurdi um møguliga kann upplivast sum órættvís kapping, sigur Hlynur soleiðis:

– Tá ið vit eru fá fólk, so hava vit hasa forðingina. Ting, ið møguliga ikki kunnu samanberast, koma til at kappast móti hvørjumøðrum, sigur Hlynur. Í Íslandi hevur man ein líknandi trupulleiki: Filmar kunnu koma til at kappast móti sjónvarpsrøðum um somu virðisløn. Sjónvarpsrøðan hevur kanska tríggjar sesongir, øll elska hana, og sostatt vinnur hon eisini.

– Tað er ein trupulleiki, men tað mest týdningarmikla er, at tit hava Geytan, og at tit stuðla filmsframleiðslu. Vit mugu hugsa minni um at vinna, og meira um at bara gera góðar filmar, sigur Hlynur Pálmason, leikstjóri.

Mynd: Hlynur Pálmason