Føroyingar hava larmað illa í Esbjerg í dag

Næmingar, sum læra til flogskiparar, hava havt venjing í Esbjerg í dag

Jonhard Hammer
14. juni 2024 kl. 15:00

Í dag hevur verið meiri lív í, og meiri larmur, á flogvøllinum í Esbjerg enn vanligt.

Summi hava verið irriterað inn á larmin, men onnur hava tóku tað sum eitt upplivilsi, og fóru at forvitnast, hvat tað var, sum var á vási.

Støðan er tann, at tað eru tíggju flogskipara-næmingar, frá Atlantsflogi, sum havt venjingar á flogvøllinum í Esbjerg.

Venjingin var at lenda á flogvøllinum, men at fara upp frá aftur beinanvegin, uttan at steðga, siga bæði Jydske Vestkysten, og aðrir miðlar har á leiðini. 

Venjingin var frá klokkan seks í morgun, føroyska tíð, til klokkan 13 og hesar tímarnar, hevur tað larmað verri enn tey eru von við har um leiðir.