Føroyingar fingu so góð úrslit sum vit aldrin hava fingið áður

Fleiri ríðarar vóru í finaluni í kappingini um norðurlendska meistaraskapin - og tveir fingu heiðursmerki

Áki Bertholdsen
14. august 2024 kl. 09:54

Ongantíð fyrr hava føroysk reiðfólk fingið so góð altjóða úrslit, sum tey fingu nú í kappingini um norðurlandameistaraskapin, NM, sum var í Danmark um vikuskiftið.

Ríðisamband Føroya sigur, at tað er frøi í føroysku leguni, nú tey eru á veg heim afttur aftaná eitt sera væleyðnað NM í Herning í Danmark.

– Tí ongantíð fyrr hava úrslitini verið so góð sum hesu ferð. Fyrr hava tað verið einstøk reiðfólk ið hava skarað framúr og seinastu tvey árini hevur tað eisini eyðnast at vinna bæði gull og silvurheiðursmerkir til NM og HM, sigur Ríðisambandið.

Tey gjørdu stóran mun, siga ríðararnir

– Munurin hesuferð er tó tann at nú eru tað munandi fleiri reiðfólk ið vinna sær pláss í finalum, bæði í A finalum og í B finalum.

– Hetta - og so tað, at vit vunnu tvey silvurheiðurmerki - ger at hendan NM kappingin ferð at standa sum enn ein varði í føroyskari reiðsøgu.

Umframt silvurheiðursmerkini til Rakel B. Tindskarð og Knút Lútzen, varð eisini talan um eitt fjórða pláss til Ester Dahl á Heygum á hestinum, Dalvar frá Dalbæ ll í greinini GDY-A. Tey bæði vunnu sær eisini pláss í B finaluni í F1Y, har gjørdist tey eisini nummar fýra.

Elma Laksafoss og hesturin, Hvinur frá Árbærjarhjálega ll, vunnu sær tvey B finalupláss. Í greinini T2Y gjørdist tey nummar tvey og í GDY-B gjørdist tey nummar seks.

Eisini Ragnheiður Dam Ólafsdóttir vann sær eitt B finalupláss. Hon og hesturin, Hugi frá Hrepphólum, gjørdist nummar fimm í teirra B finalu í T1.

Umframt hesi, vóru Jason D. Lútzen, Óluva á Lofti, Ranja H. Djurhuus og Valborg Laksafoss, eisini í hópinum.

Tey kláraðu seg esini væl og hava heilt vist nomið sær royndir, ið kunna brúkast til seinni kappingar, sigur Ríðisambandið.

Eitt sum eisini var serstakt við NM í Danmark, var, at hesa ferð var ein stór føroysk fjepparafjøld ið stuðlaðu føroysku reiðfólkunum.

– Hetta man helst vera avleiðing av góðu føroysku úrslitinum seinastu árini. Reiðfólkini søgdu at tað gjørdi stóran mun at tað vóru so nógv fólk og stuðlaði teimum, sigur Ríðisamband Føroya.

– Samanumtikið má sigast at hetta NM gjørdist ein sólskinsøga fyri føroyska ríðing. Tað var størsti føroyski hópurin nakrantíð, besta heiðursmerkjaúrslitið, flestu finaluplássini og nógv tann størsta fjepparafjøldin nakrantíð, sigur Ríðisambandið.