Føroyingar fagnaðir á veg til Berlin

Belgiska mótstøðuliðið var boysnari í kvøld, enn tað var í gjárkvøldið, men sum seinni hálvleikur leið sást, at breiddin á føroyska liðnum var væl størri enn hjá mótstøðuliðnum

Jóannes Hansen
6. januar 2024 kl. 21:17

Fullsetta høllin á Hálsi í Havn stendur og fagnar føroyska hondbóltslandsliðnum, sum við 34-29 sigri ímóti Belgia hevur sett punktum fyri dystarfyrireikingunum undan ferðini til Berlin, har EM endaspælið verður tær báðar næstu vikurnar. Fyrsti dysturin hjá Føroyum verður hósdagin ímóti Slovenia.

Hálvleiksstøðan í kvøld var 16-15 til Belgia. Álopsspælið hjá føroyska liðnum fleyt ikki so væl í fyrra hálvleiki, tá ið belgiska liðið var betri fyri, enn tað var í gjár. Tað riggaði ikki í skjótum álopum, og úti í borðunum var tað torført í álopsspælinum.

Eftir steðgin kostaði tað hjá Belgia, at tað mest sum vóru teir somu, sum vóru á vøllinum alla tíðina.

Føroyska liðið spældi við stórari breidd. Einasti spælarin, sum ikki var á vøllinum, var málverjin Pauli Jacobsen.

Tá ið tað restaði eitt korter, var støðan 23-23, og fimm minuttir seinni vóru Føroyar frammanfyri 27-25.

Dagsins spælari á føroyska liðnum mundi vera verjuspælarin Teis Horn Rasmussen, sum eisini er strikuspælari og skoraði trý mál.

Óli Mittún og Ísak Vedelsbøl vóru bara á vøllinum lítla løtu, og teir vóru ikki málskjúttar í kvøld.

Týsmorgunin fer landsliðið av landinum at luttaka í EM. Í kvøld og í gjárkvøldið vóru tað vinadystir. Hóskvøldið verður tað EM dystur ímóti Slovenia, og leygarkvøldið um eina viku verður tað EM dystur ímóti Norra. Annað mánakvøld verður Pólland mótstøðuliðið, og tá verður tað greitt, um Føroyar fara at halda fram í miðumfarinum, sum verður í Hamburg.

  

Føroyar - Belgia 34-29 (15-16)

Hákun West av Teigum 7

Vilhelm Poulsen            5

Elias Ellefsen á Skipagøtu         5

Pauli Mittún     3

Óli Mittún          3

Teis Horn Rasmussen 3

Leivur Mortensen 2

Jónas G. Djurhuus 2

Rói Berg Hansen 1

Kjartan Johansen 1

Helgi H. Hoydal 1

Tróndur Mikkelsen 1

05 min                03-03

10 min                05-04

15 min                07-05

20 min                09-08

25 min                11-11

30 min                15-16

35 min                17-18

40 min                20-20

45 min                23-23

50 min                27-25

55 min                29-27

60 min                34-29