Nú verður tað lógarfest, at føroyingar fáa rætt til at fara í hagan. Tað er úrslitið, nú Vinnunevndin hjá Løgtingið hevur viðgjørt uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um burðardygga ferðavinnu.
Ein stórur meiriluti í Vinnunevndini, sum er samgongan og Sambandsflokkurin, siga, at hjá føroyingum verður tað frítt at ganga á bygdagøtum, hagagøtum og annars uttangarðs, og eisini fram við strondini - men tað skal vera undir ábyrgd.
Tað merkir, at føroyingar sum ætla sær ein túr í hagan, mugu kunna seg um viðurskifti, sum eru galdandi fyri økið tey ætla sær í, tá tey ætla sær - og tað merkir eisini at tey skulu vísa tey atlit, sum krevjast.
Hjá útlendskum ferðafólkum verður frítt at ganga á bygdagøtum, á útvaldum hagagøtum og fram við strondini. Samstundis skulu ferðavinnuætlanirnar, sum skulu gerast, avgera, hvørjar hesar útvaldu hagagøturnar eru.
Handilslig ferðavinna, herundir bólkar, kann bert útinnast og skipast í samráð við bóndan, sum samstundis hevur heimild til at krevja eitt gjald fyri tær tænastur hann veitir.
Bóndin kann eisini krevja gjald á serligum farleiðum uttangarðs frá ferðafólki annars, ímóti at veita tænastu.
Hetta merkir, at gjaldsportur verða forboðin, men bøndur fáa heimild at taka gjald fyri tænastur.